Kann vera happandi og útstoytandi

Føroyskir tónleikarar um X-Factor: Steintór Rasmussen

Hvat heldur tú um X-Factor?

Eg haldi, at tað er undirhaldandi, og tað er forvitnisligt og kann eisini í summum førum vera áhugavert og gevandi fyri summar tónleikarar og sangara, sum vilja koma sær fram. Men tað hevur eisini onnur ting í sær, sum eru happandi og útistoyandi, og hvar undirhaldið mangan verður uppá bekostning av teimum, sum halda okkurt gott um seg sjálvan og halda seg duga at syngja.


Hvat heldur tú um tónlistarliga støðið?

Tað er rættiliga ymiskt. Tað eru nógvar góðar røddir, men tað tykist ikki, sum tað er tað, sum alt snýr seg um. Ofta tykist tað sum, at luttakararnir skulu passa inn í konseptið og undirhaldið.


Heldur tú tað er ein góður máti at byrja sína karrieru?

Eg haldi, at tað er ein eitt sindur vandamikil vegur at byrja sína karrieru við. Tað er sjálvandi stór eksponering, og ein verður sæddur og hoyrdur av nógvum og kann menna seg við at framføra ofta. Men tað er rættiliga náðileyst, og tú verður pilkaður niður. Eisini spælir man luttakarar upp ímóti hvørjum øðrum, og eg haldi, at man kann seta spurnartekin við,um kritikkurin, sum luttakararnir fáa, er sakligur og rættur. So tað er ikki kostnaðarleyst, og tað er ein dagur aftaná X-Factor. Eg eri ivasamur um, hvussu gott tað er, men tað er so ikki bara ringt.