Tað skal stramma væl um økslina og mjadnarnar! Tað er tummilsreglan, tá ið tú spennir børnini í trygdarbeltið í bilinum.
Í næstum fer Ráðið fyri Ferðslutrygd undir eitt átak við tí endamáli at vísa á týdningin av at spenna børnini rætt í trygdarbeltið - Norðurlendskar kanningar vísa, at millum 1/3 og helvtin av børnum í bili ikki sita rætt íbundin, sigur Brynhild Høgnadóttir á Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Antin er bilstólurin, ella bilpútan, ikki rætt sett í, ella ansa foreldur ikki nóg væl eftir at binda barnið rætt í. - Kanningarnar vísa eisini, at vanligastu feilirnir eru, at trygdarbeltið liggur skeivt, tað vil siga undir armin, afturum bak ella á yvirarminum - ella at trygdarbeltið situr leyst. Ein vanligur feilur er eisini, at barnið situr í trygdarbelti, uttan at sita á bilpútu.
Ein gallupkanning hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd í summar, vísir, at 74 % av føroyingum av og á koyra við børnum undir 15 ár í bilinum. Av hesum siga 94 % seg tryggja sær, at børnini sita rætt íbundin í góðkendari trygdarútgerð. - Men vit vita frá kanningum hjá løgregluni, at klipp regluliga verða givin fyri, at børn ikki sita rætt íbundin í góðkendari trygdarútgerð, sigur Brynhild Høgnadóttir.
- Seinastu fimm árini hava millum 50 og 134 klipp verið givin hvørt fyri at hava børn undir 15 ár í bilinum, sum ikki eru rætt íbundin ella hava sitið leys.
Her eru trý góð ráð um, hvussu børnini skulu bindast í trygdarbelti: 1. Trygdarbeltið skal liggja um mjadnarnar og skal strammast væl. Er beltið leyst, kann tað leggja seg um búkin, og tað er vandamikið í samanstoyti. Tá er stórur vandi fyri skaða á gøgn. 2. Trygdarbeltið skal liggja um økslina, og ikki aftur um bak ella undir armin. Liggur beltið ikki um økslina, verður kroppurin tveittur frameftir, um bilurin rennir á. Tá er stórur vandi fyri skaða á høvd og nakka. 3. Stramma beltið væl, tó sjálvsagt ikki so fast, at barnið fær ilt. - At minnast hesi ráð kann verða munurin millum lív og deyða, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Endamálið við átakinum er at minna vaksin á at binda børnini rætt í trygdarbeltið í bilinum. Tá børn eru eini fýra ára gomul, fara tey úr barnastólinum og á bilpútu við stólabaki, sum skal brúkast, til tey eru í minsta lagi 135 cm sambært ferðslulógini. Tá eru mong umleið 10 ára gomul.
Ráðið fyri Ferðslutrygd sigur, at samstundis sum tey fara undir hetta átakið, fer løgreglan at gera nógv burtur úr at kanna um børnini sita rætt bundin í trygdarbelti.
Í sambandi við átakið, verður sangurin, ‘Øksl, mjadnar, stramma væl, stramma væl’, at hoyra á útvarpsrásum, og lýsingar verða á portalum og í bløðunum. Harumframt verða plakatir við ráðunum latnar barnagørðum og frítíðarskúlum. - Endamálið er at børn skulu sita trygg í bili. Tí vilja vit minna foreldur á nøkur einføld ráð, sum eru løtt at fylgja, sigur Brynhild Høgnadóttir. - Børn sita jú á bilpútu við stólabaki heilt frá umleið 4 til 10 ára aldur, so tað er umráðandi at tey bera seg rætt at, leggur hon afturat.
|