Nú skulu allar Føroyar kannast fyri ridluskriða, sum er ein deyðilig seyðasjúka. Tað heldur Búnaðargrunnurin, sum nú hevur gjørt av at fíggja kanningar um alt landið.
Men tað verður bara í ár, at Búnaðargrunnurin fíggjar kanningarnar, tí hetta er ikki ábyrgdarøkið hjá grunninum.
Hóast hetta á ongan hátt er ábyrgdin hjá grunninum vil Búnaðargrunnurin fegin gera sítt til at bøta um henda trupulleika, siga tey.
Í samráði við serkøn á økinum er tí avgjørt at rinda fyri, at kanna mótstøðuførið ímóti sjúkuni hjá seyði um alt landið nú í heyst.
- Vónandi verður hetta eitt átak, sum vinnur frama, soleiðis at áhugi verður fyri at halda fram komandi árini, sigur Búnaðargrunnurin.
Kanningin verður skipað soleiðis, at mótstøðuførið hjá tveimum brundum úr hvørjum haga verður ílegugreinað.
- Avtala er gjørd við eini 30 fólk um alt landið, sum fara at skipa fyri at taka blóðroyndir av brundunum.
Royndirnar verða síðani sendar rannsóknarstovuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til kanningar og tær verða merktar soleiðis, at tað ber til at finna teir einstaku brundarnar aftur, tá greiningin er gjørd
Eru tað hagar, sum longu hava sent blóðroyndir til greiningar, fer Búnaðargrunnurin at rinda reimum endurgjald, sum verður tað saman, sum tað kostar Búnaðargrunninum at kanna seyð í øðrum høgum.
Úrslitini av greiningunum fyri hesar brundseyðirnar, sum Búnaðargrunnurin rindar fyri, verða alment.
- Hóast úrslitini ikki verða tøk fyrrenn brundarnir verða sleptir í heyst, fer kanningin at geva eina ábending um, hvussu standurin er, og hvussu mótstøðuførið hjá føroyska seyðinum ímóti ridluskriða, er í teimum ymsu pørtunum í landinum, sigur Búnaðargrunnurin.