Myndugleikarnir í Litava eru nú av nýggjum farnir undir at kanna eitt mál um loyniligt CIA-fongsul á litaviskari jørð.
Einki er hent í málinum síðstu fýra árini, men nú boðar litaviski ríkisákærin frá, at kannast skal, um litaviska trygdartænastan hjálpti amerikansku trygdartænastuni at hýsa fólkum, sum vóru undir illgruna fyri yvirgang.
Avgerðin um aftur at kanna málið er tikin, eftir at nýggjar upplýsingar eru komnar fram fyri almenningin umvegis amerikanska senatið.
Amerikanska stjórnin hevur váttað, at amerikanska trygdartænatan, CIA, hevði fólk, sum vóru undir illgruna fyri yvirgang, sitandi í fongslum uttanlands, uttan at nakað tó verður sagt um, hvar hesi fongsul hava verið ella eru.