Kanna dráp

Bretska herleiðslan hevur gjørt av at kanna, hvat hendi, tá ein bretskur hermaður skjeyt ein irakskan drong í býnum Basra har suðuri í Irak.

Tann 14 ára gamli Ali Salim doyði, tá ein bretskur hermaður, sum stóð tætt hjá dronginum, skjeyt hann. Hetta hendi sunnudagin, og herleiðslan hevur váttað, at tann serliga hernaðarløgreglan kannar málið.

Tað er framvegis ikki heilt greitt, hvat hendi, og hví hermaðurin skjeyt drongin. Læknin, sum kannaði líkið, segði við NNC í gjár, at drongurin var raktur í búkin.