Kanna hvør byrjaði bardagarnar

Egyptiski forsætisráðharrin, Ahemd Shafiq, hevur nú biðið um umbering fyri bardagarnar, sum kyknaðu millum mótmælisfólk og viðhaldsfólk hjá Hosni Mubarak í gjár, og sum hildu fram út á náttina. Fimm fólk doyðu, og fleiri hundrað fingu skaða.

Ahemd Shafiq sigur, at hann hevur sett fólk at kanna, hvør hevði ábyrgdina av tí, sum hendi, og um nakar kann ábyrgjast fyri, at bardagarnir kyknaðu.

-Kann nakar ábyrgjast, verða tey revsað, sigur forsætisaráðharrin. Hann leggur afturat, at nú eiga fólk at binda frið og at fara til hús, men at lóglig mótmæli skulu fáa frið.

Nú hevur herurin skilt teir stríðandi partarnar sundur, men útlendsk tíðindafólk í Kairo siga seg hava hoyrt, at viðhaldsfólk hjá Mubarak eru á veg inn í miðbýin í Kairo, har mótmælisfólk eru.