Kanna ógvusligt ferðsluóhapp í Norðoyatunlinum

Tey vita í hvussu so er, hvat tað ikki var

Seinnapartin í gjár var eitt ógvusligt ferðsluóhapp í Norðoyatunlinum har tveir bilar stoyttu saman. Tvey fólk vóru í øðrum bilinum og eitt fólk var í hinum bilinum og tey vórðu øll flutt á sjúkrahús til kanningar.

 

Løgreglan veit ikki, hví óhappið hendi, men tey hava staðfest, at onkusvegna er annar bilurin komin yvir í skeivu síðu og hevur rent á bilin, sum kom hinumegin frá. Men hví bilurin endaði í skeivari síðu, veit løgreglan ikki.

 

Tey hava í hvussu so er staðfest, at rúsdrekka er ikki uppi í, tí rúsdrekkakanningarnar vóru negativar. Løgreglan fer nú at tosa við allar partar í málinum í eini roynd at fáa greiði á, hvat orsøkin til óhappið var.

 

Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið stak friðarligt í nátt. Tað einasta tey hava skrásett í samdøgurs-frágreiðingina higartil, eru nøvnini á teimum starvsfólkum á løgreglustøðini, sum eru til arbeiðis