Í gjár var løgreglan úti og gjørdi átøk ímóti rúsevnum í ferðsluni. Hatta varð gjørt við, at ein patrulja var úti saman við narkodeildini hjá løgregluni við narkohundi og gjørdi stikkprøvar í ferðsluni.
Kanningarnar vóru gjørdar í Leirvík og í Árnafirði um 20 og 21:30 tíðina í gjárkvøldið. Í kanningunum vórðu steðgaðir 70 bilar í øðrum átakinum og um 60 í hinum.
Einki mál varð tó skrivað.










