Kannar føroyskan tónleik

Bret Perkins er í Føroyum vegna Dansk Artistforbund, hann er komin í sambandi við G!Festivalin, men longu áðrenn festivalurin var byrjaður, hevði Perkins funnið tveir føroyskar solistar, ið hann hevur boðið við á konsertir uttanlands.

G!Festivalurin

Eg havi vilja sloppið til Føroyar, síðan fyrstu ferð eg hitti Teitur fyri seks árum síðan, sigur Bret Perkins, sum í hesum døgum vitjar í Føroyum. Tá eg so spældi á somu konsert sum Eivør fyri trimum mánaðum síðan, var eg aftur mintur á hetta. Eg setti meg í samband við Dansk Artist Forbund har eg eri limur, og sum eg javnan skipi fyri tónleikaverkstøðum í samstarvi við. Tey greiddu frá, at tey kundu hugsa sær ment samstarvið við føroyingar, og eg legði beinanvegin atgongumerki inn., sigur Bret Perkins, sum í hesum døgum er í Føroyum og kunnar seg um føroyska tónleikapallin. Hann hevur longu verið á tveimum sýnisgluggakonsertum í Kagganum, og nú vitjar hann G!Festivalin, har hann ætlar at síggja so nógvar føroyskar bólkar, sum til ber.
Eg fór inn á myspace profilin hjá Høgna Lisberg og frá honum, kom eg inn á profilin hjá G!Festivalinum, og tá eg læs um festivalin, hugsaði eg, at hetta var ein góður møguleiki at vitja hetta landið, ið eg hevði hoyrt so nógv um, so eg setti meg aftur í samband við Dansk Artistforbund, sum nú hevur sent meg hendan vegin, og longu nú havi eg sætt nógvar føroyskar bólkar, og havi longu tosað við Lenu og Høgna Lisberg um at luttaka á tiltøkum, ið eg skipi fyri í heyst., sigur Bret Perkins. T.d. er ætlanin, at Lena skal luttaka á nøkrum sonevndum listening room konsertum, ið Perkins skipar fyri í Danmark og møguliga eisini í Svøríki, hesar vera møguliga saman við Tom Kimmel, ið áður hevur arbeitt saman við Johnny Cash og Joe Cocker.
Dansk Artist Forbund hevur syrgt fyri, at Bret kom í samband við Elina Hentze úr Norðurlandahúsinum og Kaj Johannesen formann í F.U.T. Burtur úr hesum er ein tónleikaverkstaður komin í lag. Hesin verður hildin í oktober í ár. Talan er um sonevnda samskriving, ið Bret Perkins metir vera ein tann besta møguleikan fyri at skapa netverk innan tónleikaheimin. Her verður talan um verkstað, har eini 8 føroyskir sangskrivarar skulu skriva løg saman við 8 donskum sangskrivarum, og eisini møguliga sangskrivarum úr øðrum londum. Hetta gevur tónleikarunum møguleika fyri at skapa sær netverk, og at fáa íblástur frá hvør øðrum. Hetta hevur Bret Perkins gjørt við nógvum tónleikarum, og hann hevur somuleiðis ført nógvar sangskrivarar saman, t.d. er lagið Josephine hjá Teituri Lassen eitt úrslit av samskriving, ið Bret Perkins hevur lagt til rættis.
Tónleikaverkstaðurin endar við eini konsert leygarkvøld og við einum tiltakið sunnudag, har eisini tey, ið ikki sluppu við á verkstaðin verða boðin. Har verður m.a. høvið at fáa persónligar samrøður við Perkins, um hvat tey skulu gera fyri at menna sín tónleik.