?Kanska havi eg ikki tað mest populera starvið"

Hann hevur álagt 250 parkeringaravgjøld, síðan hann tók við starvinum sum parkeringaransari í Runavíkar kommunu í apríl í ár.
Hesar mánaðirnar hevur hann upplivað eitt sindur av hvørjum.
Vit hava skift orð við Jóanes Johannesen

Samrøða

Jóanes Johannesen er søldfirðingur. Hann hevur havt ruskið á bingjuplássunum í Runavíkar kommunu um hendi síðan apríl 1995. Tey fyrru árini, meðan IRF hevði bingjuplássini, vóru trý ruskpláss í kommununi - eitt í Søldarfirði, eitt í Rytuvík og eitt í Æðuvík. Í 2001 vórðu hesi trý ruskplássini niðurløgd, og alt ruskið varð samlað á einum staði við Fjøruvegin í Runavík
           
Rottur, kettur,
hundar og seyður
 
Umframt at starvast við ruskplássið í Runavík, hevur Jóanes eisini rottur, kettur, hundar og seyðin í kommununi um hendi.
            Honum dámar væl at taka ímóti ruski frá fólki og halda skil á ruskplássinum, sum hann hevur gjørt øll hesi árini.
            Jóanes sigur, at ruskplássið í Runavík enn ikki er ein endurnýtslustøð, men kortini verður ruskið skilt í ein ávísan mun.
            - Á Toftum, har endurnýtslustøð er bygd, verður eitt nú skilt ímillum papp og pappír, og her krevst, at pappírið verður goymt undir taki. Tað verður ikki gjørt í Runavík, her papp og pappír fer í somu bingju.
            Ruskplássið í Runavík er opið gerandisdagar millum kl. 17 og 20 og leygardagar millum kl. 10 og 20.
            Jóanes sigur, at starvið hjá kommununi er tímalønt.
 
Eisini P-vørður
 
Í apríl í ár gjørdist Jóanes eisini parkeringaransari, sum tað eitur, í Runavíkar kommunu, settur av Føroya Landfúta. Hetta er eitt ¼ starv við fastari løn, sum hann nú hevur aftrat tímalønta starvinum á bingjuplássinum.
            Hann sigur, at enn hongur hann eisini uppá rotturnar, ketturnar, hundarnar og seyðin í býnum, men hann hevur boðað kommununi frá, at hann helst vil sleppa undan at taka sær av hesum í framtíðini.
            - Tá ið eg søkti starvið sum parkeringaransari, gjørdi eg mær samstundis greitt, hvat hetta innibar. Viðurskiftini í kommununi eru smá, og tú kennir ein stóran part av fólkinum. Tí visti eg, at eg saktans kundi koma í ta støðu at noyðast at leggja ein avgjaldsseðil undir viskaran hjá onkrum, ið eg kenni.
            Jóanes sigur, at hetta eru treytirnar við einum tílíkum starvi.
            - Øll skulu viðfarast eins, og her verður eingin mannamunur gjørdur. Komi eg fram við, og bilur stendur ólógliga parkeraður, geri eg mína skyldu ? antin tað eru fólk, eg ikki kenni, grannin, vinmaðurin ella onkur í familjuni.
            Hann smílist, tá ið hann sigur, at heldur ikki býráðslimirnir sleppa undan, um teir ikki seta bilarnar eftir teirri skipan, sum nú er galdandi.
           
Onkur skola...
 
Spurdur, um ikki nakrar orrustur standast av einum slíkum starvi, tá ið skipanin við tíðaravmarkaðari parkering og parkeringsskipanin í kommununi annars er lutfalsliga nýggj, sigur Jóanes:
- Jú, tað er ymiskt, hvussu fólk, sum fáa eitt avgjald uppá 200 kr. lagt undir viskaran, taka hetta. Tey flestu taka tað, sum tað nú einaferð er og viðganga, at tey ikki hildu seg til skipanina. Onnur gera meira burtur úr og eru minni blíð. Tey flestu, ið fáa álagt avgjald, síggi eg tó ongantíð, tí tey eru ikki við bilin, tá ið eg eri har.
            Vit spurdu eisini Jóanes, um hann ongantíð er vorðið skakkur, tá ið bileigarin er komin fram við, tí hann ikki visti, at júst hesin persónurin átti bilin.
            - Jú, tað er eisini komið fyri. Eg veit ikki, hvør eigur allar bilarnar í økinum, og tað hevur ongan týdning í mínum starvi heldur. Eg eri settur at taka mær av eini uppgávu, sum eg vil røkja eftir førimuni.
            Hann sigur, at serliga í byrjanini kundu fólk øsa seg um avgjøldini, og tey eru ikki so fá, sum hava vent sær til kommununa.
- Men tað nyttar einki at fara til kommununa, tí hon er ikki mín arbeiðsgevari. Mín arbeiðsgevari er landfútin og annars løgreglan á staðnum, sum fólk, ið hava eitthvørt at kæra um, kunnu venda sær til.
            Spurdur, um ónøgd fólk hava vent sær til hansara í telefonini og givið honum eina skolu, sigur Jóanes, at tað er komið fyri
            - Men eg vil ikki siga, at nógv órógv hevur verið av starvinum sum ansari.
            Hann heldur tó ikki, at hetta er tað mest ?takkmemmiliga? starvið, ið hugsast kann, men hann vísir enn einaferð á, at hann kendi treytirnar og hevði hugsað um, hvat kundi standast av hesum, áðrenn hann søkti.
 
250 avgjøld
 
Jóanes sigur, at tíðaravmarkaða parkeringin í Runavíkar kommunu kom í gildi í desember í fjør, hóast hann sum parkeringaransari ikki varð settur fyrr enn í apríl.
            - Løgreglan kann sjálvsagt eisini áleggja avgjøld fyri skeiva parkering, og tað hevur hon onkuntíð gjørt, men síðan eg tók við starvinum, havi eg álagt umleið 250 avgjøld á 200 kr.
            Hann heldur, at sum tíðin gongur, er fólk vorðin meira bevíst og ansa betur eftir.
            - Men tað eru fáir dagar, eg eri til arbeiðis sum parkeringaransari, at ikki okkurt avgjald verður álagt. Tó so; onkran dag eri eg farin úr aftur ?kaskettini? uttan at hava verið noyddur at hanga seðil á viskaran.
            Jóanes vísir á, at kemur minni í kassan hjá landfútanum, tí færri avgjøld verða áløgd, merkir tað samstunis, at betur skil er á parkeringsviðurskiftunum í Runavíkar kommunu.
            - Mín uppgáva er ikki at fáa mest møguligt í kassan, men at syrgja fyri, at fólk virða skipanina, sum er galdandi í økinum, sigur hann.
            Spurdur, um hann nakrantíð hevur fingið eina parkeringsbót sjálvur, sigur ansarin:
            - Nei, tað havi eg ikki. Eg eri so sjáldan í Havn, og tá ið eg havi verið í høvuðsstaðnum, eri eg sloppin undan, sigur hann.
 
Ruskið er best
 
Jóanes sigur, at av størvunum, hann hevur í Runavíkar kommunu, er ruskið nummar 1, sum hann tekur til.
            - Mær dámar ógvuliga væl at arbeiða á ruskplássinum og taka ímóti ruski. Mær dámar eisini væl starvið sum parkeringaransari, og enn havi eg ongar ætlanir um at gevast, sigur søldfirðingurin, Jóanes Johannesen.