FERÐSLUOFFUR
Rógvi Borðoy
-Arbeiðið er mest at leggja alt til rættis. At fáa fólk til at leggja blómurnar út á støðini ella kanska gera tað sjálvur, sigur Ingi Gunnarsson.
Hann ger arbeiðið í sambandi við Ráðið fyri Ferðslutrygd, og hann vónar, at tað ger mun.
-Eg vóni, at onkur hugsar, at tað ikki er neyðugt við deyðum í ferðsluni, sigur hann.
Av teimum umleið 250 fólkunum, sum eru deyð í ferðsluni gjøgnum árini, fáa 150 blómur. Ingi Gunnarsson sigur, at tað ikki kemur uppá tal at leggja blómur út á øll støðini, har fólk eru deyð, tí pengar eru ikki til tað. Harumframt eru umleið 100 ferðsluoffur, sum man ikki veit hvar doyðu. Um tey veit man bert nær tey doyðu.
Hinvegin sigur Ingi Gunnarsson, at øll, sum eru deyð eftir 1980 fáa blómur, og at tey framvegis fara at fáa blómur hvørt ár.
Fólk ringja
Í samband við minningardag teirra deyðu í ferðsluni ringja fólk ofta til Inga Gunnarsson og siga honum, at tey eru glað fyri arbeiðið, hann ger fyri at minna á tey deyðu. Hann sigur, at tað ger hann glaðan, at tey ringja. Ingi Gunnarsson følir tað sum eina skyldu at gera arbeiðið.
Ingi Gunnarsson var sjálvur úti fyri einari vanlukku í 1977, har hann kom álvarsliga til skaða. Hann sigur, at vanlukkan fekk hann at hugsa, at tað ikki er neyðugt við deyðum í ferðsluni.
-Eg hugsaði, at kanska man kann gera okkurt sjálvur, sigur Ingi Gunnarsson.
Og hann sigur, at tað var hansara egna vanlukka, sum fekk hann at gera hetta arbeiðið við at leggja blómur út.
Offur hjálpa eisini
Ingi Gunnarsson sigur, at summi, ið antin hava verið fyri einari vanlukku ella sjálvi hava mist kær í ferðsluni, hjálpa við at leggja blómur út á plássini. Men hjá summum er tað ov torført at gera tað.
Ingi fegnast um, at blómur nú verða lagdar um alt landið. Tað fyrsta árið vórðu blómur bert lagdar í Havn, men so hvørt eru oyggjarnar komnar uppí arbeiðið.
-Eg vóni, at tað kann vera við til at broyta hugburðin hjá fólki, endar Ingi Gunnarsson.
Vónandi skulu ikki leggjast meir blómur næsta ár enn í ár.