Eysturríkski samveldiskanslarin Karl Nehammer hevur sum einasti europeiski leiðarin, eftir at kríggið byrjaði í Ukraina, hitt Vladimir Putin, forseta í Russlandi.
Nehammer hitt í farnu viku Putin, og í samrøðu við amerikansku sjónvarprøðina NBC, segði hann í gjár, at Putin roknar við, at Russland fer at vinna kríggið. Nehammer segði, at hann hevði fatan av, at Putin hevði sín egna krígslogikk, og at Putin heldur kríggið vera neyðugt.
– Hann livir í egnari verð, men eg haldi eisini, at hann veit, hvat gongur fyri seg í Ukraina, segði Nehammer við NBC News.
Samveldiskanslarin segði, at hann spurdi Putin um tað, hann hevði sæð á vitjan í Ukraina, og at samrøðan teirra millum var “beinleiðis og hørð”.
– Vit skulu konfrontera hann við tað, sum vit síggja í Ukraina, segði Nehammer.
Teir báðir hittust á almenna bústaðnum hjá Putin nakað uttan fyri Moskva, og teir tosaðu saman í 75 minuttir.