- Vit eru sera fegin um stuðulin frá verandi og nýggjum íleggjarum. Hetta loyvir okkum at fara eftir nýggjum møguleikum, sigur Faroe Petroleum. Faroe Petroleum boðaði fyri løtu síðan frá í tíðindaskrivi, at felagið hevur fingið eina kapitalhækkan upp á umleið 545 miljónir krónur til vega frá nýggjum og verandi íleggjarum. Kapitalhækkanini merkir, at 37.718.024 nýggj partabrøv verða teknað fyri ein prís uppá 165 pence (umleið 14,40 krónur).
- Peningurin frá kapitalhækkanini skal nýtast til væleydnaðu verkætlaninar, sum felagið hevur havt í seinastuni, eins og til nýggjar møguleikar, sum felagið arbeiðir uppá, sigur Faroe Petroleum.
Felagið sigur, at talan eitt nú er um 1 Metingararbeiði av fundum, sum felagið hevur havt í seinastuni, 2) Øking av ognarlutinum í verandi loyvum og nýggir brunnar og 3) Keyp av metingarloyvum og kolvetnisframleiðslu.
- Vit eru sera fegin um stuðulin frá verandi og nýggjum íleggjarum í hesi kapitalhækkanini. Hetta loyvir felagnum at fara eftir nýggjum møguleikum og at menna um okkara leitingarverkætlan.
Faroe Petroleum sigur seg eisini fegnast um samstarvið, sum nú er byrjað við Scottish & Southern Energy PLC (?SSE?), sum luttekur í kapitalhækkanini, og sum nú eigur 5.1% av felagnum.
- SSE er eitt av teimum stóru orkuveitarafeløgunum í Bretlandi, og saman fara SSE og Faroe Petroleum at menna um portiføljurnar hjá feløgunum, sum Graham Stewart, forstjóri, tekur til.