Kappast um 10 finalupláss í kvøld

Í kvøld verður fyrra hálvfinalan í europeiska Tónleika Grand Prixnum hildin í Telenor Arena í Oslo. 10 lond kunnu í kvøld vinna sær pláss í finaluni, sum verður hildin leygarkvøldið.

 

Millum tey, sum sambært veddingafyritøkunum, liggja væl fyri at koma víðari í kvøld, eru Belgia, Grikkaland, Slovakia og Ísland.

 

Hóskvøldið verður seinna hálvfinalan, og tá skal millum annað Danmark royna at vinna sær pláss í finaluni.

 

25 lond taka lut í finaluni - og Sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendir báðar hálvfinalurnar og finaluna beinleiðis.