Havnar Sjónleikarfelag skrivar út kapping um sangleik fyri børn, har støðið verður tikið í barnarímunum hjá Hans Andrias Djurhuus.
Ætlanin hjá Havnar Sjónleikarfelag er at framføra henda sangleik á heysti 2013.
Næsta ár eru 130 liðin ár síðani Hans Andrias Djurhuus, skald, varð borin í heim. Hans Andrias er kendur fyri yrkingar sínar, bæði fosturlandssangir og sálmar, men serliga barnarímurnar standa framvegis sum ein varði í bókmentasøgu okkara.
Hans Andrias var í nógv ár limur í Havnar Sjónleikarfelag, og hann var bæði nevndarlimur og formaður. Hann gjørdist formaður í 1930 og røkti hetta starv, til hann andaðist í 1951.
Hans Andrias hevði stóran týdning fyri felagið, og nevndin í Havnar Sjónleikarfelag hevur tí avgjørt við hesi kapping at markera, at tað eru liðin 130 ár, síðan Hans Andrias var borin í heim.
Kappingin snýr seg um at skriva eina barnasangleik, sum nýtir barnarímur í leikgongdini.
Ein nevnd, samansett av yrkisfólki og limum úr nevndini í Havnar Sjónleikarfelag, gera av hvørt virðisløn verður latin. Virðislønin er 25.000 kr. Nevndin treytar sær rætt til ikki at lata nakra virðisløn, sigur Havnar Sjónleikarfelag í lýsing í Sosialinum í morgin.
Á myndini situr hann undir tí sermkerkta hattinum ytst høgrumegin og lesur fyri Janusi, bróðuri, ytst til vinstru, Jørgen Frants Jacobsen og Williami Heinesen.