Í mars komandi ár fær Atlantsflog kapping á rutuni millum Vágar og Keypmannahavn frá stóra skandinaviska flogfelagnum, SAS.
-Vit taka ímóti avbjóðingini, men hetta er stríð um lív ella deyð, segði Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, á fundinum í Norðurlandahúsinum.
At SAS fer at flúgva millum Vágar og Keypmannahavn ger, at tað vera 120.000 flogsetur afturat á farleiðini. Frammanundan selir Atlantsflog góð 180.000 setur á leiðini, men felagið hevur um 40.000 setur sum ikki verða seld.
Fyri brúkarin hevur hetta við sær, at ferðaseðlarnir helst verða bíligari. Við Atlantsflog eru á leið 70 prosent av teimum ferðandi føroyingar, meðan 30 prosent eru turistar.
Á fundinum var sagt, at av teimum ferðaseðlum, sum SAS higartil hevur selt, eru 70 prosent seldir til turistar og á leið 30 prosent til føroyingar.