Kappingarárið hjá seyðahundinum byrjar í morgin

Kvalifikatiónskappingarnar til europameistaraheiti og heimsmeistaraheiti fyri seyðahundar byrja nú leygardagin. Hetta er 1. kapping av 7.

Tíðindaskriv:

Komandi fimm vikuskiftini fara Føroya bestu seyðahundar at kappast um, hvør sleppur at umboða Føroyar til EM í Belgia og HM í Skotlandi í septembur 2026.

Fyrsta seyðahundakappingin verður á Viðareiði leygardagin 25. oktobur. Norðoya Seyðahundafelag stendur fyri kappingini, og hon verður á heimavølli felagsins á Viðareiði. 17 hundar eru meldaðir til. Bestu hundarnir í Føroyum eru við aftur í ár. Tó verður Linn hjá Tummasi Jacobsen, ið var á 4. plássi seinasta kappingarár, ikki við leygardagin. Onkur nýggjur hundur er eisini at síggja, Tóroddur Vang fer at royna seg við Bráð, og Tóki Berg fer at luttaka við Æsir. 

Spennandi verður at síggja, hvussu nýggju hundarnir fara at roynast. 

Øll seyðahundafeløgini uttan Vága seyðahundafelag eru umboað. Eysturoyar og Sundalags seyðahundafeløg eru best umboðað við ávikavist 6 og 4 hundum. 

Norðoya Seyðahundafelag hevur ein hund við. 

Veðurforsøgnin hevur ikki verið pen fyrr í vikuni, men nú sær betur út. Vit vóna at fáa eina góða kapping. Øll eru vælkomin ein túr norð til Viðareiðis at hyggja. 

Norðoya Seyðahundafelag bjóðar drekkamunn. 

Kappingin byrjar kl 08:30 og varir í einar 5 tímar.