Kappingarførir vágamenn

Trý av fýra teimum lægstu tilboðunum upp á timburarbeiðið upp á nýggja dagstovnin í Sørvági komu úr Vágum

Av teimum 10 tilboðunum, sum komu inn upp á timbur- og snikkarararbeiðið við nýggja dagstovnin í Sørvági, vóru trý av fýra teimum lægstu úr Vágum.
Timburarbeiðið varð boðið út í almennari lisitatión, og 11 feløg bóðu um útbjóðingartilfarið. 10 tilboð komu innaftur, og tey lógu i prísi millum 4,7 og 7,2 milliónir. Tey flestu lógu umleið tær fimm milliónirnar, sigur Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvági. Han sigur, at meðaltilboðið er 5,2 milliónir krónur.
Bygdarráðið í Sørvági fer helst í vikuni at taka støðu til tilboðini, og væntandi kann arbeiðið byrja um mánaðarskiftið komandi. Ætlanin er so, at hesin parturin skal vera liðugur umleið fyrsta mei næsta ár. Eftir ætlan skal nýggi dagstovnurin so vera klárar at flyta inn í einaferð í august/september 2006, sigur borgarstjórin.
Samlaða gólvvíddin á dagstovninum er góðar 1.100 fermetrar, sigur borgartjórin. Í hesum eru loft og kjallari, sum brúkast skulu til goymslurúm eisini, sigur hann.
Nýggi stovnurin, sum umfatar bæði vøggustovu, barnagarð og frítíðarskúla, fer at hýsa 100 børnum.