Kappingarnar eru byrjaðar í Klaksvík

Tær mongu og ymisku kappingarnar, sum skipað verður fyri á sjómannadegnum í Klaksvík, eru nú so smátt byrjaðar. Fyri løtu síðan varð kappast í at kasta fanglínu, og her gjørdist Jakke Sirdal vinnari við Eli Lassen á øðrum plássi og Jan Højgaard (tó ikki formanni í FF) á triðja plássi.

Allan seinnapartin verða fleiri kappingar, og nú klokkan 14.30 verður kappast í trolbøting, sum er ein av kappingunum, ið plagar at hava stóran áhuga.

Tíðliga seinnapartin hevur eisini verið kappast í at kasta lodd. Her gjørdist Steffan Kalsø vinnari, Kartin Joensen nummar 2, og á triðja plássi var Tróndur Arge.

Kappast hevur eisini verið í at flisa epli, og her gjørdist Tonja Ziskasson vinnari, á øðrum plássi Fríðgerð Hansen og á triðja plássi Jógvan Heinesen.

Klokkan 15.30 fara pør at kappast í at vinda hespur upp í noða, og klokkan 16 verður togtogan millum skipsmanningar, og síðan verða fleiri kappingar teir næstu tímarnar - klokkan 17 í sjómanstaki, 17.30 í at halda dreggi, klokkan 18 í kelving og klokkan 18.30 í agnskering.

Klokkan 19 verður seinasta og helst ein tann mest spennandi kappingin, sum er í egning.

Eftir kappingarlok, fer forkvinnan í vinnunevnd løgtingsins, Katrin Dahl Jakobsen, at siga nøkur orð og fer at handa heiðurstekin til bestu skip og bátar í Føroyum.

Veðrið í Klaksvík er framvegis sera gott. Tað er turt, sólin skínur, og hýrurin á fólki er góður.