Kappingarnevndin lagt frá sær

Kappingarnevndin hjá Hondbóltssambandinum hevur lagt frá sær. - Hondbóltssambandið hevur ikki stuðlað okkum yvirhøvur í hesi trætuni, og vit hava tískil lagt frá okkum, sigur Julian Olsen, fyrrverandi formaður í Kappingarnevndnini.

 

Í síðstu viku fóru allir dómararnir í bestu deildini hjá kvinnum og monnum í verkfall. Teir vóru sera misnøgdir við mátan, Kappingarnevndin hevur viðgjørt klagur um reyð kort. Andreas F. Hansen gjørdi greitt, at Hondbóltssambandið hevur ikki vilja gjørt manngarð um dómararnar.

 

Bólturin fór av álvara á rull, tá ein útvístur spælari hótti dómaran næstsíðsta vikuskiftið. Spælarin slapp við leikbanni í tveir dagar, og tað kundi Dómarafelagið als ikki góðtaka. Dagin eftir var semja funnin.

 

Julian Olsen er vónbrotin av viðferðini, Kappingarnevndin hevur fingið frá Hondbóltssambandinum. Teimum var álagt at geva leikbann eftir einum karantenulista, sum danska hondbóltssambandið eisini brúkar.

 

Undan hesum kappingarárinum vóru reglurnar herdar munandi. Endamálið hjá altjóða Hondbóltssambandinum, IHF, var at gera hondbóltin minni vandamiklan, og at fáa positivari hugburð í sjálvt spælið. Trupulleikin er, sambært Juliani Olsen, at karatenulistin er ikki dagførdur samsvarandi. Hendingarnar, sum góvu leikbann í tveir dagar í fjør, geva eisini leikbann í tveir dagar í ár.

 

Fyri at loysa trætuna skjótast gjørligt, gjørdi Hondbóltssambandið av at seta nýggja nevnd, sum tekur sær av klagum og øðrum restina av hesum kappingarárinum. Bara finalurnar um føroyameistaraheitið skulu spælast afturat, og tá fer Hondbóltssambandið at viðgera støðuna.