Nú er flogbóltsárið byrjað av álvara. Henda ítróttargreinin, sum hevur verið ein av okkara fremstu heiðursmerkjasavnarum á Oyggjaleikunum, verður sum vera man bert spæld um veturin, og bert innandura, men okkurt bendir á, at kappingin í ár er gjørd í skundi. Hon er í øllum førum ikki serliga vinarlig móti spælarunum og øðrum, sum fylgja við.
Fyri ikki so langari tíð síðani gjørdi FBF av, at sleppast skuldi undan teimum sonevndu dupultvikuskiftunum. Við øðrum orðum skuldi tað ikki koma fyri, at sama lið skal spæla tveir ella fleiri dystir sama vikuskifti. Men tílík vikuskifti eru fleiri av í ár, og av somu orsøk er tað so at siga vónleyst at síggja, hvussu tað veruliga stendur til í kappingini.
Kappingin er spjadd út um alt landið ? frá TB í Suðuroynni til Drátt vesturi í Vágunum. TB hevur tvey lið við í kappingini hjá kvinnum, og uttan at kunna lasta TB fyri nakað, er hetta óheppið fyri kappingina. Tá hini liðini fara suður á Tvøroyri at spæla, spæla tey tveir dystir sama dag, og tað er óheppið. Tá TB hinvegin fer norður um at spæla, spæla tær ofta upp í tríggjar dystir sama vikuskiftið ? og tað er sera óheppið!
Hetta setir eisini sín dám á støðuna í meistaradeildini hjá kvinnum. Í løtuni hevur Mjølnir spælt tríggjar dystir og vunnið teir allar. Flott klárað, halda tey flestu ivaleyst, men tær eru ikki nummar eitt í kappingini. Tað er Dráttur, sum hetta vikuskiftið tapti móti TB, men sum hevur spælt seks dystir og hevur fleiri stig enn Mjølnir.
Um ikki so langa tíð skal Mjølnir spæla tríggjar dystir eftir fáum døgum, og so eru vit á leið aftur.
Fleyr frí í næstan ein mánað
Hjá Fleyr a er støðan eisini eitt sindur løgin. Tær høvdu frí farna vikuskiftið, og vikuskiftið áðrenn tað var FK-kappingin fyri tey yngru. Komandi vikuskiftið verður so FK-kapping fyri tey vaksnu, og tá fáa tær so eitt sindur av dystarvenjing, men í landskappingini hava tær ikki spælt í fleiri vikur.
Summi munnu minnast kappingina hjá monnum fyri nøkrum árum síðani, tá støðan var nakað tann sama. Tá spældi Fleyr heldur ikki í ein heilan mánað. Endin varð, at seinastu tríggir dystirnir hjá Fleyr tað árið allir vóru móti Mjølnir!
Støðan, sum kvinnudeildin er í nú, er kanska ikki heilt so ring, men tað er framvegis ov nógv at bjóða spælarunum, sum mugu hava krav upp á eina rímiliga javnt spjadda kapping. Annars er lætt hjá onkrum liðum at fáa fyrimun fram um onnur lið, og tað kann ongantíð vera rætt.