Kappróður setir serligan dám á varmakeldu

At varmakeldustevna eigur tørn til kappróðurin í ár, setir ein serligan dám á stevnuna í Fuglafirði. Tiltakið er altíð størri og meira áhugavert, tá kappróður er við, tí FM-róðurin savnar nógv fólk

Varmakelda

 

Varmakeldustevnan verður skipað á tann hátt, at ítróttarfeløgini í bygdini hava hvør sítt umboð í eini stevnunevnd. Kappróðrarfelagið í Fuglafirði er tó ikki við í hesi nevnd, tí ÍF Kappróður tekur sær burturav av at skipa fyri FM-róðrinum, sum verður á varmakeldu í ár.

Kappróðurin er størsta einstaka tiltakið á stevnuni, og her verður róð bæði í FM-kappingini og við barnaróðrum, sum byrja longu leygardagin klokkan 13.

Úr Fuglafirði siga tey, at síðan ÍF sum høvuðsfelag varð býtt sundur, og eitt nú kappróðrarfelagið fór undir sítt egna virksemi, eru umstøðurnar hjá kappróðrarfólki í Fuglafirði vorðnar nógv betri, enn tær vóru.

Hetta verður ikki sagt úr Fuglafirði fyri at seta niður á ÍF, men tað er eyðvitað, at eitt felag, sum hevur fótbólt í bestu deildini, noyðist at brúka nógva orku upp á henda partin av virkseminum, um liðið yvirhøvur skal halda seg uppi í deildini.

Og tá so er, er skjótt, at onkur partur liggur eftir, sum ikki verður nóg væl røktur.

 

Aktivt felag

Kappróðurin í Fuglafirði hevur fingið góð hølir, sum Fuglafjarðar kommuna hevur latið felagnum brúksrættin til. Hesi liggja millum bedingina og smiðjuna hjá Peturi Larsen.

Kappróðrarfelagið hevur gjørt nógv við hølini, sum í fyrsta lagi eru tett og sett í stand. Sosialurin hevur skilt, at felagið, sum síðan sundurskiljingina hevur verið rættiliga aktivt, seinastu tvey árini hevur brúkt einar 600.000 krónur upp á at seta felagshølini í stand.

Nú FM-róður verður á varmakeldu, er ætlanin at hava steypahandanina uppi á lága takinum á hesum bygningi. Takið liggur umleið hálvan metur yvir alfaravegi, og soleiðis sleppa fólk, sum verða við til handanina, at síggja tær manningar, sum taka ímóti.

 

Varpa út

Á øllum FM-stevnum í kappróðri er tað vorðin fastur táttur at hava barnaróðrar, og soleiðis verður eisini á varmakeldu, tá barnaróðrarnir byrja klokkan 13.

Róð verður í ymiskum aldursbólkum, og børn úr Fuglafirði verða eisini við.

Kringvarpið varpar ikki barnaróðrarnar út, men her hevur kappróðrarfelagið í Fuglafirði gjørt av at hava lokalfólk, sum fara at syrgja fyri, at fólk uppi á landi kunnu fylgja við, hvussu gongdin er úti á ”feltinum”. Fólk fara soleiðis at siga frá róðrunum, og hátalarar verða settir upp inni á málinum, sum plagar at liggja millum Vónavirkið og gomlu brandstøðina.

Hetta er soleiðis ein forkunnugur møguleiki hjá teimum, sum eru á landi, at fylgja við gongdini í barnaróðrunum.

 

Tveir bátar

ÍF kappróður luttekur annars í FM-kappingini í summar við tveimum bátum. Hesir eru 5-mannafarið Erla Kongsdóttir, mannað við gentum, sum higartil í kappingini hevur vunnið tveir róðrar – og er endað á øðrum plássi í tveimum róðrum. Síðan er tað 6-mannafarið Rodni, mannað við monnum, sum higartil hevur havt tað trupult – ikki minst, tí kappingin millum 6-mannaførini hjá monnum er rættiliga hørð í ár, og teir bestu bátarnir rógva ógvuliga væl.

Úr Fuglafirði verður annars sagt, at kappróðrarmálini verða stytt einar 30 metrar til róðurin leygardagin. Veðurvánirnar siga eitt lot av landsynningi, sum fer at liggja inneftir fjørðinum. Hetta merkir, at umstøður eru til at seta met í kappróðrinum á varmakeldu í ár.

 

Framskundað

Varmakelda verður sett nakað fyrr í ár, enn vanligt hevur verið undanfarin ár. Hetta verður gjørt fyri, at fólk, sum eru við til setanina, eisini skulu kunna fylgja við barnaróðrunum.

Vanliga plagar stevnan at vera sett klokkan 14, men leygardagin fer Andrea Lervig at seta varmakeldu longu klokkan 11.30.