Kapprenna eftir klaksvíkingum

Fleiri lykladystir – bæði í toppi og botni – vera seinnapartin og í kvøld

Tá ið síðsta bríksl fer at ljóða við Løkin í Runavík klokkan nakrar minuttir í níggju í kvøld, verður annar triðingurin av landskappingini í fótbólti av. Tá eiga øll liðini ein dyst eftir ímóti hvørjum øðrum.

Fyrsti dysturin í 18. umfari var í Klaksvík fríggjakvøldið, tá ið KÍ vann 2-0 ímóti Víkingi.

KÍ er fremst. Tvey lið hava møguleika at leggja seg undir liðina á KÍ. B36 eigur heimavøll ímóti EB/Streymi, og NSÍ eigur í kvøld heimavøll ímóti HB.

Í kappingini um at sleppa undan niðurflyting – um tað yvirhøvur verður talan um niðurflyting – verður heilt avgerandi dystur á Argjum seinnapartin, tá ið AB fær vitjan av ÍF.

Í Trongisvági hittast TB og Skála seinnapartin. Har er tað spurningurin um at vinna sætta plássið, sum verður nærri svari.

 

Ídag

NSÍ – HB: Kári J. á Høvdanum kl. 19.00

B36 – EB/Streymur: Bjarki Danielsen kl. 15.00

AB – ÍF: Oliver Reitala kl. 15.00

TB – Skála: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

Fríggjakvøldið 9. august

KÍ – Víkingur 2-0 (0-0)

1-0: Jóannes Bjartalíð 50.

2-0: Jóannes Bjartalíð 90.

 

16

12

2

2

38

11

38

NSÍ

15

11

2

2

39

15

35

Víkingur

18

11

2

5

38

24

35

B36

16

11

2

3

25

14

35

HB

17

10

4

3

41

17

34

Skála

17

7

0

10

18

21

21

TB

17

5

3

9

15

31

18

EB/Streymur

17

2

3

12

17

40

9

AB

17

2

2

13

16

46

8

ÍF

16

1

2

13

11

39

5