Eitt av tiltøkunum á ovastevnu í ár er ein rennikapping, sum verður longu fríggjakvøldið, 14. august, har byrjað verður klokkan 17.
- Kappingin er á trimum teinum, har børn upp til 7 ár renna 400 metrar, børn 8-10 ár og 11-13 ár renna 800 metrar inni í bygdini. Hetta er ávikavist ein og tvær rundur frá Træbrúnni, heim á kaiina og aftur út á Træbrúgv, har málið er.
Fyrireikararnir siga, at tey vaksnu og børn 14-17 ár renna av Træbrúgv og niðan á Oyggjarmúla. Fyri vaksin verður kappast í opnum bólki, umframt veteranar (45-54 ár) og superveteranar (55 ár og eldri). Hesin teinur er umleið 1555 metrar.
- Træbrúgvin liggur við sjóvarmálan, men Oyggjarmúli liggur í umleið 140 metra hædd yvir havinum. Hetta er ein teinur, sum nólsoyingar brúktu nógv sum part av venjingini í samband við kappróður, tá nólsoyingar gjørdu seg galdandi innan hesa ítróttargrein í áttatiárunum.
Fyrireikararnir í Nólsoy siga, at tey, sum ætla sær at luttaka í rennikappingunum á ovastevnu, kunnu melda til hjá Jógvani Thomsen á tlf. 216020 - ella á jt(at)fse.fo.
- Til ber eisini at melda til á staðnum frá klokkan 16.30-17.00 fríggjakvøldið, verður sagt úr Nólsoy.