Chelsea tók ikki av møguleikanum, sum teir fingu leygardagin. Tá spældi Manchester United nevnliga javnleik móti Middlesbrough. Tí kundi London-liðið minka munin til Manchester niður í eitt stig, tá teir spældu móti Newcastle sunnudagin, men tí møguleikanum tóku teir ikki av. Dysturin á St. James’s Park endaði nevnliga málleysur, og so kundu reyðu devlarnir av Old Trafford draga andan lættari. Munurin millum tey bæði oddaliðini er tí trý stig, nú fýra dystir eru eftir at spæla.