Kappróðrardansur á Vágseiði

Vágs Kappróðrarfelag hevur 70 ár á baki og skipar fyri veitslu og dansi.

Vágs Kappróðrarfelag hevur 70 ára ársveitslu í kvøld í VB húsinum á Eiðinum í Vági.

 

Til borðhaldið fara Niels Petur Nolsøe, Martin Gunnarstein og Arnfinnur Bjarkhamar at greiða frá og hugleiða um kappróður í farnum døgum.

 

Seinni er so almennur dansur, har Hans Jacob og Vinmenn spæla til dans. Dansurin byrjar á miðnátt.

 

Vágs Kappróðrafelag er sera virkið felag, ið hevur havt viðrák seinnu árini. Ungu limirnir í felagnum hava givið eina hond við, tá ein eldri eldsál í felagnum, Hegga Augustinussen,  hevur gignið á odda við at seta róðrarneystið í stand, og tað eru eisini yngru kreftirnar í felagnum, ið nú leggja orku í, tá 70 ára veitlan skal haldast, so hóast høgan aldur, so er felagið væl fyri.