- Tað er altíð álvarsamt tá áskoðarar tveita lutir inn á vøllin. Óansæð um tað er eftir leikarum, venjarum, hjálparfólkum ella dystarleiðarum. Men tá tað hendir, so er ikki nógv annað at gera enn at halda høvdið kalt og halda seg til mannagongdina sum skal til tá slíkt hendir. Hendan plastikkfløskan rakar á hjálpardómarin hjá mær. Hann boðar frá at hann er raktur av einum luti. Eg fari so eftir fløskuni og renni síðan út til 4. Dómaran (Jóan Hendrik Ellefsen) við henni, og heiti á hann um at fáa nøkur boð rópt út gjøgnum hátalarnar. Tann mannagongdin er, at um tað hendir eina ferð aftrat, so verður dysturin allarhelst slitin. Soleiðis greiðir Kári J. á Høvdanum, høvuðsdómari frá um hendingina føroysku dómarakvartettini var fyri fyrrakvøldið í Motherwell í Skotlandi.
Kári J. á Høvdanum var høvuðsdómari, Andrew Christiansen og Dan Højgaard vóru hjálpardómarar, og Jóhan Hendrik Ellefsen var fjórði dómari, tá skotska liðið, Motherwell í øðrum umfari í Europa Conference League heldur óvæntað tapti 0-1 fyri írska liðnum, Sligo Rovers. Ein fløska bleiv tveitt inn á vøllin undir dystinum. Kári samlaði fløskuna upp og handaði hana til Jóhan Hendrik, og nú kannar UEFA tilburðin. Væntandi er, at Motherwell fær, ið hvussu er eina bót fyri hendingina við fløskuni.
Samanumtikið var tað tó ein jalig uppliving fyri føroysku dómarakvartettina: - At døma á Fir Park í Motherwell var eitt satt upplivilsi. Atmosferan var heilt fantastisk. Og tað, at tað vóru tvey bretsk lið gjørdi tað ikki verri. Har vóru nakrir nærdystir sum vildu nakað, sigur Kári við in.fo.
Móti dystarenda hildu teir hjá Sligo seg eiga brotsspark, tá teir mettu, at bólturin fór í armin á einum verjuleikara hjá Motherwell í brotsteiginum hjá Motherwell. Um støðuna sigur Kári: - Brotssparkið dømi eg ikki, heilt einfalt tí eg haldi ikki, at har er nakað revsivert fari fram. Bólturin rakar armin ovarlaga, møguliga økslina. Videobrotini vísa ikki so væl júst hvar kontaktin er, men vit halda at vit hava rætt í ikki at døma brotsspark í støðuni, greiðir Kári frá.