Kári P til Vágs at spæla

Leygarkvøldið fer ein avmarkaður skari av fólki høvi til at hoyra hann – saman við tveimum tónleikarum

Tað er ikki so ofta, at ein av okkara allarkendastu sangskrivarum og sangarumn, men tað er ikki so ofta, at hann er á palli longur. Men leygarkvøldið verður so høvi at hoyra hann á konsert, tá ið hann fer á pall í sambandi við drekka- og matfagnaðin, Hymir, sum verður í gamla býlinginum á Gørðunum í Vági.

 

Har fer Kári P á pall saman við Trio Hinumegin Ringvegin, sum umframt Kára, er mannað við Finni Hansen og Edvardi Nyholm Debess.

 

Kári P. hevur givið tvær plátur út, Vælferðísur og Hinumegin Ringvegin, sum eru millum mest spældu plátur her heima. Av kendu sangum hansara kunnu nevnast sangurin um Kalli Kat, Súrligar nætur í Keypmannahavn, Villar Víddir, Meirilutin ræður, sum allir eru fólkaogn. Kári P. fekk í 1995 M.A. Jacobsens heiðursløn fyri fagrar bókmentir, og í 2020 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins.

 

Og nú klokkan 21 leygarkvøldið fer Trio Hinumegin Ringvegin á pall í Stóra Pakkhúsi á Gørðunum. Atgongumerkini verða seld á staðnum frá klokkan 15 leygardagin, men har er plássið avmarkað, so tað verður eisini ein avmarkað áhoyrarafjøld, sum fær høvi at hoyra hann.