- Hetta kemur púra óvæntað. Tað sigur víntænarin á matstovuni, Koks, Karin Visth. Hon er í uppskoti til at vera kosin besti víntænari í Danmark, ella Sommelier sum tað eitur á fakmáli. Hini trý, sum eru í uppskoti, eru: Nicolai Hyllested, Falsled Kro, Millinge, Paolo Lolli, Casa d’Antino, København Dietmar Weiss, Glostrup Park Hotel, Glostrup Tey er øll trý garvað í fakinum við fleiri ára royndum á baki, men Karin Visth hevur bara verið víntænari í eitt ár. - Tí kom tað ógvuliga óvart á meg, at eg skuldi vera í uppskoti, segði hon við Rás2. Men hon tekur tað sum eitt stórt herðaklapp, sum eggjar henni at halda fram. - Hetta vísir, at vit eru á rættari kós og at vit hava glaðar gestir og at eisini onnur í matstovuvinnuni halda at vit gera eitt gott arbeiði. Les eisini: Karin í uppskoti til stóran heiður Hon sigur at matstovan Koks, er væl kend í Danmark og tá ið hon frætti, at Koks ongan víntænara hevði, pakkaði hon kuffertið og flutti til Føroya. Trýst á Pílin undir myndini og hoyr hana greiða frá |