Tað var Karis Danielsen á Toftum, sum í Gekka-spælinum í kvøld fekk fulla plátu og fekk høvi at snara hjólinum.
Hon hevði sonin, Andrias, sum fjarritara, og hesa uppgávu kláraði hann væl.
Høvuðsvinningurin var á 270.000 krónur, sum Karis Danielsen valdi at deila í teir tríggjar leyparnar við 90.000 krónum í hvørjum leypi.
Bæði í fyrsta og øðrum drátti steðgaði hjólið á 10.000 krónum, og tískil varð eisini triði og seinasti møguleikin royndur.
Í triðja drátti steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum eisini er ein góður vinningur, nú jólini stunda til.
- Tað er fínt. Túsund takk fyri, segði fjarritarin, sum í Gekka-spælinum í kvøld hálaði mammuni 20.000 í hús.