Karl fingið 13 hval í ár

Sum sýslumaður hevur Karl Johansen býtt 655 hval í ár. Fyri tað hevur hann fingið 13 hval, tí tað tilskilar lógin honum. - Eg havi ongan livandi kjans at herberga øllum, sigur hann

Karl Johansen er 59 ára gamal og løgreglumaður. Síðani 2010 hevur hann verið sýslumaður í Norðoya sýslu. Ein av uppgávunum hjá einum sýslumanni er stíla fyri grindadrápi og hava eftirlit við, at rakstur og dráp fara fram eftir reglunum. Fyri hetta arbeiði fær sýslumaðurin tvey prosent av samlaða skinnatalinum.

Grind í øllum sýslunum
Summartíð er feriutíð, eisini hjá sýslumonnum. Meðan aðrir hava verið í feriu, hevur Karl Johansen verið sýslumaður fyri ikki einans Norðoya sýslu, men eisini verið virkandi sýslumaður fyri bæði Eysturoyar sýslu og Sandoyar, Vága og Streymoyar sýslu – tað vil siga fyri allar Føroyar uttan Suðuroyar sýslu.
Soleiðis hevur hann havt ábyrgdina av hvørjum einasta grindadrápi, sum hevur verið í sýslunum norðan fyri Suðuroynna í summar. Og grindaboð hava ofta ljóðað, tí Karl hevur verið í grind í øllum fimm sýslunum, hann hevur havt ábyrgdina av hetta tíðarskeiðið.

Býtt 4838 skinn
- Eg havi býtt 655 grindahval, sum svara til 4838 skinn. Gangi eg eftir lógini, so hevði eg fingið 13 hval ella 97 skinn, og tað hevði verið ein løta at etið alt tað, skemtar Karl, men leggur so aftrat:
- Nei, tað er eingin livandi kjansur, at eg klári at herberga øllum hesum.
Karl hevur tískil býtt út.
- Fyrst tók eg til mín sjálv, síðani fór tað til familjuna, versynir og ymisk onnur, men tað var skjótt, at eg mátti fara longur út, greiðir Karl frá, sum síðani hevur latið grind til millum annað sjúkrahúsið í Klaksvík, Zarepta og starvsfelagar, sigur Karl. Hann upplýsir eisini, at tað hava aðrir sýslumenn eisini gjørt, tí annars endar tú við alt ov nógvari grind.

Manglar ikki grind
- Eg mangli í øllum førum ikki grind, og tað komi eg heldur ikki til, so eg má bara royna at býta út, tí annars hevði eg endað við ómetaliga nógvum likkjum, sigur Karl flennandi.

LÓGIN:
Kunngerð nr. 100 frá 5. juli 2013 um grind
Kapittul 5, Grindaskifti og útlegging
§ 31: Sýslumaðurin fær 2% av samlaða skinnatalinum.