Karlot nýggjur formaður í Løgtingsins Mentanarnevnd

Løgtingsins Mentanarnevnd skipaði seg av nýggjum á fundi í gjár

Eftir at Sólvit Nolsø segði starvið sum tingmaður frá sær 1. september, hevur Framsókn fingið ein nýggjan tingmann, Árna M. Dam.

 

Tað hevur síðani ført við sær ymsar broytingar í nevndarsamansetingini hjá flokkinum:

 

Karlot Hergeirsson verður varalimur í Fíggjarnevndini

 

Karlot Hergeirsson verður fastur limur í Uttanlandsnevndini og Árni M. Dam verður varalimur

 

Árni M. Dam verður fastur limur í Vinnunevndini

 

Karlot Hergeirsson verður fastur limur í Mentanarnevndini

 

Árni M. Dam verður varalimur í Landsstýrismálanevndini

 

Løgtingsins Mentanarnevnd hevur á fundi í morgun skipað seg av nýggjum. 

 

Karlot Hergeirsson er nýggjur formaður. Jóhannis Joensen heldur fram sum næstformaður. 

 

Árni M. Dam verður fastur limur í Útnorðurráðnum og Karlot Hergeirsson verður varalimur

 

     

    Karlot Hergeirsson er nýggjur formaður. Jóhannis Joensen heldur fram sum næstformaður.

     

    Løgtingsins Mentanarnevnd skipað seg av nýggjum á nevndarfundi í gjár, og tá gjørdist Karlot Hergeirsson er nýggjur formaður. Jóhannis Joensen heldur fram sum næstformaður.