Karmarnir eru betri og áhugin minni

Færri bátar taka lut í kappróðrinum, sum á allan hátt kennist vera betri skipaður enn áður

Tað gongur betri í kappróðrinum íár, enn tað hevur gjørt nakrantíð áður. Miksið og avbjóðingin og trupulleikarnir, sum altíð hava verið av at halda tíðirnar, eru ikki longur. Tað kennist næstan sum, tá ið fótbóltsdystur er á skránni. Startskotið fyri 5-mannaførum við dreingjum gellir á slagnum klokkan 15.00, og í tveimum teimum fyrstu kappingunum hevur tað so gingið sum eftir ánni.
Á Skálafjørðinum var tað um at verða met. Fasti starturin slitnaði, tá ið teir gjørdu klárt á 2000 metra málinum, men kortini var alt liðugt eitt korter, áðrenn klokkan varð seks.
Tað er eisini vorðið hugaligari at vera áskoðari. Tey seinastu árini hevur Kringvarpið syrgt fyri, at møguleiki hevur verið at fylgja við á netinum, og soleiðis er tað eisini í ár. Nú hava stevnufyrireikararnir – bæði í Klaksvík og í Runavík – skipað soleiðis fyri, at tað hjá áskoðarunum á róðrarøkinum ber til at fylgja við á stórskíggja. Hetta er væl fagnað, og tað tykist sum um, at tekniska útgerðin at sjónvarpa við er vorðin betri, enn hon hevur verið. Tað er hugaligt!
Hóast tað á so mangan hátt tykist vera hugaligari bæði at rógva og at fylgja við, so siga tølini, at áhugin fyri at taka lut í kappróðri er minkaður. Talið á manningum, sum hava verið við í tveimum teimum fyrstu kappingunum í ár, er minni, enn talið hevur verið undanfarnu árini. Tað er merkisvert!
Tað plagar at verða tikið til, at luttøkan í kappróðri er minni, tá ið Oyggjaleikirnir eru á skránni, enn hon er, tá ið tað ikki eru Oyggjaleikir. Í ár eru eingir Oyggjaleikir, men kortini er luttøkan minkað.
Vinnaratíðirnar á Eystanstevnu boða frá, at rógvararnir eru framúr væl fyri í ár. Tað vil siga, at tey, sum taka lut og vinna, ivaleyst venja uppaftur meiri, enn tey nakrantíð áður hava gjørt. Tí kann tað vera, at tað eru fleiri, sum bakka út og ikki vilja taka lut. Tað er tankakveikjandi!