Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri: - Høvuðsavtala er eingin treyt

Eg havi ongar ætlanir um at kroysta høvuðsavtalur niður yvir fakfeløgini, tað er bert eitt samráðingar uppskot, sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, nú tað tykist standa í botni viðvíkjandi samráðingunum við Starvsmannafelagið.

Hann heldur ikki, at spurningurin um høvuðsavtalur skilir partarnar og skilir ikki tað, ið Starvsmannafelagið hevur ført fram, um at hetta er ein stórur spurningur, sum teir ikki vilja vita av

- Vit vóru annars samd um ikki at fara í fjølmiðlarnar við samráðingunum, men nú skilji eg, at Starvsmannafelagið hevur verið eitt sindur frammi, sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri.

- Eg dugi ikki at síggja, at spurningurin um høvuðsavtalu skilir partarnar og skilji ikki Starvsmannafelagið viðvíkjandi hesum. Tað er eingin loyna, at vit meta høvuðsavtalu, sum eitt gott amboð, eisini hjá fakfeløgunum, sigur Karsten Hansen, sum sigur seg vilja fáa eina góða avtalu í lag fyri lønmóttakararnar, tí teir eru samfelagið.

Karsten Hansen sigur, at aðrastaðni verða slíkar yvirordnaðar avtalur nýttar.

- Ístaðin fyri at bíða eftir einum donskum dómstóli, so er við høvuðsavtalum gjørligt at semjast um, hvussu long tíð skal ganga, áðrenn eitt felag kann fara í verkfall, sigur Karsten Hansen.

- Nú nokta feløgini at seta eitt dagatal á, sigur Karsten Hansen, ið metir, at samfelagið er so nógv broytt, at tørvurin á at fara í verkfall frá degi til dags ikki er hin sami.


Ikki høvuðskrav

Karsten skilir, at t.d. Starvsmannafelagið ikki ynskir, at boðast skal frá verkfalli 30 dagar frammanundan.

- Men vit hava ikki sagt, at tað skal verða 30 dagar, men vit ynskja ein dialog um hetta. Vit hava ikki sagt, at tað er eitt høvuðskrav, at vit vilja hava hesa avtaluna í hús, tað er ikki eitt krav. Tað er eitt av okkara punktum, sum vit vija sleppa at leggja fram og fáa dialog um, men tey vilja ikki taka hetta upp, sigur Karsten Hansen.

- Eg segði beinanvegin síðasta summar, at eg sum fíggjarmálaráðharri ikki fór at krevja ein arbeiðsrætt ella høvuðsavtalu. Tað havi eg eisini sagt fyri feløgunum, men tey fara alíkavæl út og siga nakað annað, sigur Karsten Hansen.


Høvuðsavtalan skilir ikki partarnar

- Vit hava bara biðið um at sleppa at leggja hetta fram og so fáa svar uppá tað frá Starvsmannafelagnum. Eg dugi ikki at síggja, at høvuðsavtalan skilir partarnar, ella liggur í buktini, tí vit samráddust leygardagin framum hetta og fóru víðari, so tað var ikki høvuðsavtalan, ið vit fóru til hús uppá, sigur Karsten Hansen, ið tó ikki hevur nærri viðmerkingar hesum viðvíkjandi, men fegnast um, at partarnir hava avtalað fund aftur hósdagin.

- Øll kenna krøvini hjá teimumvið 60% í lønarhækkan og 90 milliónum í endurgjaldi og einari viku eyka frítíð. Roknar ein uppá tað, so er kravið uppá eini 150%. Eg haldi bæði vit og tey vita, at hetta kann ein ikki eingang tosa um, sigur Karsten Hansen, sum heldur og vónar, at partarnir fáa tosa seg til rættis, tá teir hittast í morgin.

At tingmenn eru farnir upp í løn, sigur Karsten Hansen seg ikki hava nakra ávirkan á, men hann minnir á, at hann fyrr hevur sagt sína hugsan hesum viðvíkjandi, men løgtinginum nýtist ikki at samráðast við fíggjarmálaraðharran.

- Tað hava tey heldur ikki gjørt. Eg má bara góðtaka hetta og tað má samfelagið eisini, sigur Karsten Hansen, ið ikki sigur seg vilja kroysta nakra høvuðsavtalu niður yvir fakfeløgini.

Hann minnir á, at mynduleikarnir løgdu upp til, at feløgini samráddust í felag, men tað vildu tey ikki.

- Tí skilir eg ikki, at tey nú vilja samráðast um høvuðsavtalu í felag og ikki hvør sær, sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri í viðmerking til sáttmálasamráðingarnar við Starvsmannafelagið.