Karsten Hansen í jólahýri

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mælir nú løgtinginum til at lætta um skattatrýstið á lág- og miðalinntøkunum frá 1. januar

Skattalætti


Karsten Hansen, landssstýrismaður í fíggjarmálum, er umsíðir sinnaður at lata skattaborgaran sleppa eitt sindur bíligari. Týsdagin legði hann fram uppskot um skattalætta, sum í tveimum umførum minkar um skattatrýstið og gevur løntakarunum nakrar túsund krónur meira at liva fyri um árið.

Skattalættin kemur fyrst og fremst lág- og miðalinntøkunum til góðar. Skattaprosentini fyri trý tey niðastu stigini í skattastiganum verða lækkað nakað yvir tvey ár, og harumframt verður botnfrádrátturin í lands- og kommunuskattinum hækkaður. Botnfrádrátturin hækkar í fyrsta umfarið 2.000 krónur 1. januar næsta ár ? úr 17.000 upp í 19.000 krónur. Og galdandi frá 1. januar 2002 hækkar hann aftur 2000 krónur ? upp í 21.000 krónur. Uppskotið broytir eisini inntøkumarkið í skattastiganum, sum áður var 140.000 krónur, upp í 150.000 krónur.

Lítil ivi er um, at uppskotið um skattalætta verður samtykt í løgtinginum. Andstøðan hevur til fánýtis roynt seg við uppskotum um skattalætta, men tey vórðu ikki samtykt, tí samgongan sjálv arbeiddi við einum uppskoti um skattalætta. Fólkaflokkurin hevur leingi strongt á Karsten Hansen at leggja uppskot fram um skattalætta, og tí er sannlíkt, at uppskotið hjá Karsten Hansen verður samtykt.


50 milliónir

næsta ár

Uppskotið um skattalætta fær ikki ávirkan á pengapungin uppundir jól í ár, men næsta ár eru kanska útlit til eitt sindur dýrari jólagávur. Tilsamans fáa skattaborgararnir umleið 50 miliónir krónur meira at brúka næsta ár, og í 2002 hækkar hendan upphæddin 31 milliónir krónur. Landskassin fær umleið 37 milliónir minni inn í skatti næsta ár orsakað av uppskotinum, og kommunurnar fáa umleið 13 milliónir minni í kassan.

Í 2002 minkar skattainntøkan hjá landskassanum 18 milliónir krónur afturat, og hjá kommununum kostar uppskotið 13 milliónir afturat í 2002. Sæð yvir tvey ár fáa landskassin og kommunurnar 131 milliónir krónur minni í inntøku, men nakað fer uttan iva inn aftur í landskassan orsakað av øktari nýtslu.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vónar eisini, at uppskotið um skattalætta fer at elva til minni lønarvøkstur, tá ið sáttmálasamráðingar verða aftur næsta ár.

Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Karsten Hansen, at endamálið er at minka um lønartrýstið komandi árini, so hetta ikki elvir til útholing av reallønini, prísvøkstur og inflasjón. Tíðin vil so vísa, um hetta er nóg mikið til at fáa fakfeløgini at slaka uppá lønarkrøvini.