Skattalætti
Teir føroyingar, sum halda seg betala ov nógv í skatti, kunnu gleða seg til næsta ár.
Tá er nevniliga ætlanin at seta skattalætta í verk.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, sigur, at í Fíggjarmálastýrinum hava tey nú í eina tíð arbeitt við einum uppskoti um, hvussu ein skattalætti kann setast í verk næsta ár.
Annars hevur Løgtingið longu samtykt, at botnfrádrátturin í skattinum skal hækkast næsta ár og tað er eisini ein skattalætti.
Í ár er botnfrádrátturin 19.000 krónur, men næsta ár hækkar hann upp í 21.000 krónur.
? Hetta gevur ein skattalætta uppá einar 1.000- 1.200 krónur um árið til allar vanligar inntøkur, sigur Karsten Hansen. Tilsamans er talan um ein skattalætta upp á 30 milliónir.
Fleiri skattalættar
Men umframt at botnfrádrátturin hækkar, arbeiðir Fíggjarmálastýrið eisini við einum uppskoti um at seta aðrar skattalættar í verk.
Karsten Hansen vil ikki nevna smálutir í uppskotinum, tí í fyrsta lagi er tað ikki liðugt enn og í øðrum lagi skal tað leggjast fyri samgonguna fyrst har tað skal til politiska viðgerð og har semja skal fáast um tað, áðrenn tað verður lagt fram og sett í verk.
Men tað væntat landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ikki verður nakar trupulleiki.
Bæði í samgonguni og í andstøðuni er vilji til at lækka skattin, so tað verður neyvan ein trupulleiki, sigur Karsten Hansen.
Varligar lækkingar
Karsten Hansen sigur, at hann hevur alla tíðina ført fram, at tað er rúm fyri skattalætta í føroyska búskapinum.
? Men samstundis havi eg eisini staðiliga ført fram, at tað skal gerast varliga fyri at sleppa undan at botnurin verður tikin undan búskapinum so at vit ikki aftur enda í somu støðu sum fyrst í nítiárunum.
Hann ger tí eisini greitt, at skattalættin komandi ár, verður onki stort lop í skattatrýstinum.
?Vit fara ikki at seta ein skattalætta í verk, sum setir avlopið á fíggjarlógini í vanda.
Hann sigur tískil, at hvussu stórur skattalættin verður, ella, hvussu hann verður skipaður, veldst alt um, hvat samgongan semist um.
Eftir hansara tykki eru tað onnur viðurskifti, sum hanga uppi í hesum skattalættanum og, sum semja eisini skal fáast um, eitt nú, hvussu lættin skal fíggjast.
Hvat hann hugsar um, vil hann ikki siga, fyrrenn málið er viðgjørt í samgonguna. Hann sigur tó, at ætlanin er ikki at veita skattalættan á tann hátt, at oljuavgjaldið verður sett niður. Men um talan verður um at broyta skattastigan, ella at hækka botnfrádráttin, ella, hvussu skattalættin annars verður settur saman, og, hvussu stórur hann verður, veit hann ikki enn.
Tað er tó eisini greitt, at eitt, sum er við í viðgerðini, er, at Løgtingið hevur samtykt, at hjún skulu samskattast, tvs, at har annar hjúnafelagin onki forvinnur, skal inntøkan hjá hinum hjúnafelagnum býtast javnt ímillum bæði hunini.
Tað fer at føra við sær, at tey sleppa munandi bíligari í skatti, enn um annar hjúnafelagin einsamallur verður skattaður av allari inntøkuni.
? Tað er tó greitt, at hetta uppskotið kann ikki setast í verk ókritiskt, tí tað fer at raka fullkomiliga nógv fólk skeivt. Eitt nú fer tað at føra við sær, at undir serligum umstøðum, verður onkur, sum enntá kemur at gjalda meiri í skatti, enn tey nú gera og tað var ikki ætlanin.
? Tí verður neyðugt at arbeiða meiri við hesum uppskotinum,aðrenn tað verður sett í verk, sigur Karsten Hansen.
Hann leggur tó dent á, at tann skattalætti, sum verður veittur, skal fyrst og fremst koma teimum lægru inntøkunum til góðar.