Karsten millum partarnar?

Tað er uppílegging á arbeiðsgevarasíðu, tá Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú kennir tað sum sína skyldu at boða frá, at hann ætlar sær at ógylda undirskrivaðan sáttmála millum maskinmeistarafelagið og SEV.

Meðan øll arbeiðarafeløgini í landinum og arbeiðsgevarafelagið sita hjá semingsstovninum og royna at finna semju um ein nýggjan sáttmála, kem-ur landsstýrimaðurin í fíggjarmálum nú sum ketta upp úr høvdatrogi og boðar frá, at hann ætlar at ógylda ein sáttmála, sum Maskinmeistarafelagið og SEV longu hava undirskrivað.
Við hesum leggur landsstýrismaðurin seg beinleiðis uppí samráðingarnar og stuðlar arbeiðsgevara-síðuni. Tí sjálvandi eru aðrir sáttmálar, sum júst eru gjørdir, partur av samráðingunum. Ikki minst Karsten Hansen hevur so mangan lagt dent á, at tá ein sáttmáli er gjørdur, er støðið lagt. Arbeiðarafeløgini hava heldur ikki dult, at sáttmálin millum maskinmeistarafelagið og SEV hevur ávirkað lønarkravið til hesar sáttmálasamráðingar.

Bluffar Karsten?
Maskinmeistararnir hjá SEV hava longu fingið útgjøld eftir nýggja sáttmál-anum, uttan at landsstýrismaðurin hevur lagt seg út í tað. Men knappliga ? beint tá semingsroyndirnar skulu byrja ? ger landsstýrismað-urin vart við seg. Og hann ger vart við seg í fjølmiðl-unum. Onki hevur verið at hoyrt um at landsstýrismaðurin hevur tikið stig ímóti SEV, fyri at forða fyri at sáttmálin fer at virka. Tað kann verða, at landsstýrismaðurin, áðrenn sáttmálin bleiv gjørdur, hevur sagt SEV frá, at hann ikki tekur undir við semjuni, men enn hevur hann so onki ítøkiligt gjørt.
Tað er eisini ilt at síggja, hvussu landsstýrismaðurin nú skal kunna ógylda undirskrivaða sáttmálan, uttan at tað fær álvarsligar avleiðingar fyri allan arbeiðsmarknaðin og komandi samráðingar.
Men tó fer hann í fjølmiðlarnar við síni fráboð-an. Vit ivast ikki í, at henda kunngerð frá landsstýrismanninum bert hevur til endamáls at stuðla arbeiðsgevarsíðuni í sáttmálasamráðingunum. Landsstýrið hevur havt ríkiligar stundir at taka stig ímóti SEV, áðrenn semingsstovnurin kom uppí samráðingarnar, Júst nú, tá støðan er so viðbrekin, átti landsstýrið at tagt. Javnaðarflokkurin mælir landsstýrinum til at halda fingrarnar burtur og virða rættin hjá arbeiðarafeløgunum, at samráða seg til ein góðan sáttmála.