Giktafelagið fegnast um, at Karsten Hansen í skrivi til fjølmiðlarnar sigur seg arbeiða miðvíst fyri at fáa viðurskiftini á giktaøkinum upp á pláss. Og tað skal ikki standa á, um Karsten Hansen vil koma á fund við okkum um støðuna innan giktaøkið. Vit hava áður - uttan úrslit - biðið landsstýrismannin um fund um júst hetta málið.
Skrivið frá landsstýrismanninum ber brá av, at alt arbeiði hesum viðvíkjandi gongur eftir ætlan. Ja, alt er næstan komið í rættlag. Hetta er tó ikki kenslan, sum føroyskir giktasjúklingar hava. Tí hesar viðmerkingar.
Tað man vera ein sannleiki við modifikatiónum, tá Karsten Hansen sigur, at hann og sjúkrahúsleiðslan hava arbeitt fyri at fáa viðurskiftini kring giktaøkið upp á pláss, síðani nú fyrrverandi giktalæknin á sumri í 2014 kom við fráboðan um uppsøgn. Fakta er, at fyrsti fundurin millum Karsten Hansen og Pero Sore ikki var fyrr enn 27. februar – dagin fyri fráboðaðu uppsøgnina, sum tá var útsett tvær ferðir.
Karsten Hansen sigur, at krøvini um at fáa sjúkrarøktarfrøðing við servitan innan giktaøkið upp í tíð og um betrað hølisviðurskifti á Landssjúkrahúsinum eru fingin upp á pláss. Okkum kunnugt hevur eingin broyting verið í setunarviðurskiftunum hjá sjúkrarøktarfrøðinginum, og eingin á landssjúkrahúsinum tykist vita nakað um broytt hølisviðurskifti. Ikki annað enn, at giktalæknin hevur ruddað “síni” høli, sum hann fyrr hevði tøk 3 dagar um vikuna, men sum nú verða brúkt av øðrum lækna. Karsten Hansen hevur eisini greitt fingið at vita, at nøktandi hølisviðurskifti ikki vóru til verandi manning á giktaøkinum, og at eingi høli eru tøk, um ein giktalækni afturat kemur í starv.
Karsten Hansen svaraði herfyri fyrispurningi frá Rigmor Dam, tingkvinnu, at tvær milliónir krónur vórðu fluttar frá Heilsutrygd til Landssjúkrahúsið í samráð við giktalæknan. At landsstýrismaðurin nú svarar, at hetta er gjørt í samráð við sjúkrahúsleiðsluna broytir ikki tað, sum varð svarað til fyrispurningin. Svarið til fyrispurningin er skrivað 17. mars. Undan hesum – tann 27. februar – var Karsten Hansen á fundi við giktalæknan, leiðandi yvirlæknan á medisinska deplinum og aðalstjóran í Heilsumálaráðnum. Her fekk hann greitt at vita, at henda peningaflyting í sjálvum sær ikki var nøkur sum helst loysn.
Landsstýrismaðurin skal tó hava rós, um hann roynir at skumpa undir samráðingarnar millum Heilsutrygd og serlæknafelagið. Higartil hava samráðingarnar verið úrslitaleysar í fimm ár, so kanska skuldi Karsten Hansen roynt seg við einum skumpi afturat!
Fyri at skera tað út í papp, sum Karstan sjálvur tekur til, so vóru krøvini hjá giktalæknanum – í nevndu raðfylgju:
- At skipað viðurskifti verða fingin við Heilsutrygd
- At sjúkrarøktarfrøðinginum innan giktaøkið verður uppnormerað
- At hølisviðurskiftini verða fingin í rættlag
- At søkt verður einum giktalækna afturat
Karsten Hansen skrivar at enda, at hann ikki kennist við, at tilboðið til giktasjúklingar í dag er verri, enn tað var í 1982. Vit kunnu í stuttum minna landsstýrismannin á:
- Í 1982 høvdu føroyskir giktasjúklingar ein serlækna innan giktasjúkur.
- Í 1982 hevði giktalæknin sáttmála við Sjúkrakassarnar. Hetta gav møguleika fyri “privatari” praksis, so tørvurin fyri viðgerð kundi nøktast.
- Í 1982 hevði giktaambulatorium á Landssjúkrahúsinum egin hølir
- Í 1982 hevði Landssjúkrahúsið facilitetir til endurvenjng til giktasjúklingar íroknað hydroterapi (heitan hyl).
- Í 1982 vóru átta seingjarpláss á Landssjúkrahúsinum til giktasjúklingar
Í 2015 hava vit játtan til tveir serlæknar innan giktaøkið, men eingin er í starvi í løtuni. Eingin sáttmáli er við Heilsutrygd. Hølisviðurskiftini hjá giktalæknanum eru ikki nøktandi. Landssjúkrahúsið hevur ikki facilitetir til hydroterapi, og eingi seingjarpláss eru longur til giktasjúklingar.
Hinvegin hava vit í dag betri heilivág, men tá neyðug servitan til ávísing og monitorering ikki er til staðar, er nyttan av hesum so sum so.
Vónandi eru hetta viðurskifti, sum kunnu fáast í rættlag. Men gongdin seinnu árini hevur á ongan hátt styrkt okkum í vónini um, at so verður.
Anna Petersen,
Forkvinna í Giktafelag Føroya