Karstin aftur í ÍF-málið

Hóast tað ikki er staðfest, so bendir nógv á, at klaksvíkingurin aftur skal verja málið hjá ÍF í ár

Við keypinum av Paul Clapson, sum KÍ kundi staðfesta herfyri, bendir nógv á, at talan verður um nógvar málverjar í KÍ.
Men samstundis bendir eisini nógv á, at ein av málverjunum hjá felagnum nú er ávegis úr felagnum.
Karstin Joensen vardi í 2004 málið hjá ÍF, og sum skilst, so restar ikki nógv í, fyrr enn tað er ein staðfesting, at hetta eisini verður støðan í 2006.
Enn ber tó ikki til at fáa tíðindini váttað, men í ÍF hevur fyrr verið sagt, at felagið leitar eftir málverja til komandi kappingarár.
Hartil fær ÍF í januar mánaði eisini tveir bulgarar til royndarvenjing. Sum skilst, so eru allir smálutir viðvíkjandi einum møguligum sáttmála við hesar fingnir upp á pláss, men í Fuglafirði vilja tey fyrst síggja spælararnar, áðrenn nakar sáttmáli verður gjørdur.