Karusellin hjá Kristian Martini Rubeksen

Enn stendur leyvan av karusellini hjá Kristiani Martin Rubeksen í trappuni í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Hon prýddi eisini trappurnar, bæði tá Zacharias Heinesen og Valdemar Lützen handlaðu her. Synirnir hjá Williami Heinesen eiga leyvuna, sum Sosialurin nú hevur í varðveitslu

Kristian Martin hjá Mouritsi í Havn kendu fólk flest, hann var skipari á »Streymi« og seinni »Sigmundi« hjá mjólkaforsýningini.

Kristian Martin var fiskimaður á yngri árum, sigldi nógv við Klæminti í Syðradali. Í 1928 hevur hann vitjað systrina, sum býr í Kjøpinhavn, ein túr eru tey í Tivoli, og prátið er tá, at stuttligt hevði verið ? ikki minni hjá børnunum, um at ein karusell var í Havn.

Heimafturkomin hevur Kristian Martin óivað sagt frá tí, tey høvdu sæð í Tivoli.
? Men tá pápi fær telegram frá fastur, greiðir Eiler frá, har stutt stendur, at ein karusell er til sølu, er hann skakkur ? og ikki minni kløkkur, tá hann fáar dagar seinni aftur fær telegramm - stutt og greitt: ER KØBT.

Systurin hevði óivað góðan hug á hesi vælsignaðu karusell, sum tey kundu keypa brúkta. Men Kristian Martin hevði onga ætlan um at keypa nakra karusell ella at gera nakran handil. Men karusellin kemur til Føroya við »Rosenhjem«, Kvívíks Tummas var skipari.

Ymsar munnu søgurnar vera um hesa karusell, sum kom til landið í 1928. Tað var forkunnugt hjá fólki at síggja hesa ævintýrligu karusell við øllumn hugsandi stórdjórasløgum, hestar, elefantar, leyvur o. s. fr. ? og børnini flokkaðust í garðinum hjá Kristian Martin yviri í Ingutrøð.

Sum so mangan fekk eisini hesin leikur bráðan enda. Miðskeiðis í tríatiárunum vitjaðu norskir skótar í Føroyum. Eisini teir vildu royna karusellina, 30 vóru teir í tali og allir í senn upp á karusellina, tá vildi hon ikki meir, onkur ásur brotnaði ella bognaði og eingin karusell fór aftur at koyra.

Fritleif í Mattalá og Ewald Kjølbro vóru treystu og sterku dragarnir, og tá ferð kom á, var frøi á børnunum.

Lirikassi var eisini partur í hesi »cirkusmanesju«; tey eru, sum enn minnast dragandi ljómanina úr lirikassanum. Og væl hoyrdist - tiltikið er, at á lágætt hoyrdu tey ljóman úr lirikassanum niðan til Kaldbaks!

Atgongupeningurin fyri túr í karuselluni var 10 oyra. Tá karusellin var steðgað med alla, vórðu karuselldjórini skift í ymsar ættir, Dreingirnir hjá Kristian Martin fingu hvør sín hvítan hest, somuleiðis Georg, bróðurin, sum búði í Tróndargøtu, sum endaði í Bergen, Georg flutti hagar við húski eftir krígggið 1945.

Tá sjónleikir vóru framførdir í losjuni í Havn, var pallurin vakurt skríddur við reyðum floyal og glitrandi baldýring. Tað var tilfar av fyrrverandi karusellini. Soleiðis vóru mangir karusellutir til stóra gleði og gaman ymsastaðni langt upp í 1950-60 árini.

Børnini, sum búðu í Ingutrøð fingu hvør sína floytu, partar av lirukassanum ? søgur gingu um hvøllu floytuljómanina úr Ingutrøð.

Leyvan, sum nú stendur í trappuni í Miðlahúsinum í Vágsbotni er ein av ævintýrlutunum úr karusellini hjá Kristian Martin Rubeksen og verður hon vónandi og framhaldandi til frøði og hugvekjan.

Soleiðis kann ein karusell, sum ongantíð var ætlað, fáa ávirkan sum ringarnir í sjónumn úr øld í øld.

Í telefonpráti við Ejler Rubeksen festi eg hetta á blað, okkurt skoytti eg upp í eftir minninum.