Kasakstan hongur í klønum tráði

Enn er eingin váttan fingin fyri, at landsliðið, sum um knappar tvær vikur skal spæla tveir dystir í Føroyum, sleppur at lenda í Europa

LANDSDYSTUR

Fyrstu fótbóltslandsdystirnir í ár stunda nú av álvara til. Sambært skránni skal Kasakstan spæla á Svangaskarði annan sunnudag klokkan 16 og á Tórsvølli annan týsdag klokkan 18.45. Men eitt er, hvat er at síggja í skránni hjá Fótbóltssambandinum. Eitt annað er hvussu tað sær út í veruleikanum.
Veruleikin er tann, at tað enn ikki er fingin greiða á, um tað yvirhøvur fer at bera til at spæla landsdystirnar. Trupulleikin er, at enn er eingin vissa fingin fyri, at ferðalagið úr Kasakstan yvirhøvur fer at koma til Føroya.
? Vit hava arbeitt við spurninginum um innfararloyvi í fleiri vikur, men higartil er einki komið burturúr. Hetta sigur aðalskrivarin í FSF, Ísak Mikladal, og hann útgreinar soleiðis:
? Ì fyrstu atløgu fingu vit at vita, at tá steðgurin skuldi verða so stuttur, so var eingin trupulleiki at avgreiða loyvini á flogvøllinum í Vágum. So vildu vit hava eina skrivliga fráboðan frá løgregluni, sum vit kundu senda víðari til Kasakstan. Schengen samstarvið sigur jú, at tað er fyrsta floghavnin í Europa, sum fremmandu fólkini koma til, sum hevur ábyrgdina fyri, at alt er, sum tað skal, tá ið ferðaløgini fara víðari. Tí er tað alt avgerandi, at gestirnir hjá okkum hava pappír at vísa fram í Frankfurt og Keypmannahavn, har tað stendur, at loyvini skulu avgreiðast í Vágum. Men tá vístu tað seg at vera trupulleikar.

UEFA upp í leikin
Fótbóltssambandið noyddist tískil at venda sær til Útlendingastýrið í Keypmannahavn. Og síðani hevur tað víst seg, at pappírsarbeiðið skal avgreiðast, áðrenn ferðalagið fer úr Kasakstan.
? Hetta er ikki sum at siga tað. Danmark hevur onga sendistovu í Kasakstan, og tað hava hini Norðanlondini heldur ikki. Tí er neyðugt hjá myndugleikunum í Kasakstan at snúgva sær til donsku sendistovuna í Moskva ella í Kiev. Higartil er einki komið burturúr hesum, og nú eru vit farin at ótolnast, sigur Ísak Mikladal.
Ætlanin er, at ferðalagið skal koma til Føroya leygardagin 26. apríl, og at tey skulu fara av aftur landinum 30. apríl.
? Vit hava fingið ein lista við umleið fimmti nøvnum á. Vit hava sent innbjóðingar til Kasakstan, soleiðis sum tað er ásett í lógum og reglum, men enn eru vit als ikki vísir í, at hetta fer at laga seg, staðfestir Ísak Miklada, aðalskrivari í FSF.
Í vikuskiftinum boðaði FSF UEFA høvuðsskrivstovuni í Sveis frá, hvussu støðan er, og teir heittu á europeisku fótbóltssamgonguna um at hjálpa til við at fáa viðurskiftini í rættlag.
At tað ikki er lætt at samskifta eystureftir er einki nýtt. Ofta plaga viðurskiftini at laga seg, sjálvt um tað sær svart út. Tað mugu vit vóna, at tað eisini fer at gera hesa ferð. Men tað er neyðugt framvegis og støðugt at arbeiða. FSF tykist hava gjørt sítt. Spurningurin er so, hvussu tað verður at koma ígjøgnum frumskógin av pappírum, reglum og ásetingum, sum eru galdandi, tá ið ferðaløg eystaneftir koma til Europa og hava Føroyar og føroyskan fótbólt sum endamál.