Í gjárkvøldið hendi tað aftur, at unglingar kasta egg eftir bilum. Tað hendir eisini stutt fyri midnátt gjáranáttina, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun. Tá vóru tað eini 5-6 ungir dringinr, sum stóðu við Maveric og kastaðu egg eftir bilum. Ein fráboðari sigur, at bilur sín varð raktur og fekk skaða.
Nakað fyri klokkan 22 í gjárkvøldið hendi tað aftur. Ein bilur, sum kom koyrandi eftir Gerðagøtu út fyri parkeringsøkið við stadion, varð raktur. Viðkomandi sá ikki, hvør kastaði, men nógv ung fólk vóru á staðnum.
– Vit vilja bara gera vart við, at slíkt ger man ikki. Vit heita hervið á foreldur um at tosa við børn síni um hetta, sum skal halda uppat, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.










