Yvir ein millión fólk eru flutt burtur á Filipsoyggjunum undan sokallaðu supertyfonini, sum væntandi fer at raka landið seinni í dag.
Tað upplýsir tíðindastovan AFP.
Ódnin Fung-Wong hevur higartil dripið í minsta lagi tvey fólk og er flokkað sum ein superódn við vindferð upp á meira enn 50 metrar um sekundið og hvirlum upp til 64 metrar um sekundið.
Ávaring í 5. flokki um sera hættisligt veður er sent út í pørtum av Filipsoyggjunum, sum er hægsta stig í landinum.
Umframt nógva vindin fer ódnin væntandi at elva til nógv regn og umfatandi vatnflóð, har serliga strandarøkini eru í vanda.
Ein stjórnarveðurfrøðingur hevur áður sagt, at ódnin hevur ein radius, sum kann fevna um "næstan alt landið".
Fung-Wong rakar landið bert fáar dagar eftir, at enn ein ódn rakti landið. Sambært AFP elvdi tað til, at í minsta lagi 220 fólk doyðu.
Tað er 21. ódnin, sum rakar Filipsoyggjarnar í ár. Í september rakti superódnin Ragasa norðara partin av landinum, og noyddi millum annað skúlar at lata lata aftur. 400.000 fólk vórðu flutt burtur.
Á Filipsoyggjunum búgva umleið 117 milliónir fólk, og nógv av teimum búgva í strandarøkjum á teimum fleiri enn 7.000 oyggjunum í landinum.
Fyrr í ár vóru mótmælisgongur í landinum, har handfaringin hjá stjórnini av ódnarfyrireikingum hevur fingið atfinningar.
Veðurfrøðingar hava spátt, at Fung-Wong so við og við fer at vikna, tá hon fer norðureftir um havið.
Hon fer væntandi at raka Taiwan sum ein sokallaður tropisk ódn 13. november.
/Ritzau/











