Tíðindaskriv
Heilsugranskingareindin (fyrr Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu) hevur síðan 1989 kannað hugburð, atburð og vitan viðvíkjandi m.a. rúsevnum hjá næmingunum í 9. flokki. Henda kanning er gjørd sum ein partur av European School Survey Project on Alcohol and other Drugs (ESPAD), har millum 30 og 37 lond í Evropa luttóku árini 1995, 1999, 2003, 2007, 2011, 2015, 2019 og 2024. Tað eru sostatt liðin góð tríati ár síðan ESPAD kanningar byrjaðu – tilfarið er goymt her á Heilsugranskingareindini. Tað er tókt hjá teimum, sum vilja kanna hetta tilfar nærri. Altjóða tilfarið liggur á heimasíðuni hjá ESPAD: espad.org.
Seinasta kanningin fór fram á vári 2024, meira enn 113.000 15-16 ára gamlir næmingar úr 37 øðrum londum luttóku. Tilfarið er nú skrivað saman í bók, sum varð almannakunngjørd 21. oktober – www.espad.org/espad-report-2024.
Um kanningina 2024 er stutt at siga
Kanning bleiv gjørd í døgunum 13. mai til 5. juni 2024. 377 av næmingum, føddir í 2008, svaraðu spurningunum.
Allir næmingar í 9. flokki, sum vóru í skúla kanningardagin, fingu høvi at svara spurningunum. Kanningin var fyri fyrstu ferð skipað soleiðis, at allir næmingarnir svaraðu spurnablaðnum á netinum. Hetta tilfar er síðani sent okkara samstarvspørtum í ESPAD til hagfrøðiliga viðgerð og samanskriving í bók, har tað ber til at samanbera londini.
Her skulu vit siga frá nøkrum av meginúrslitunum frá kanningini.
Tubbaksroyking
4,4% (8,4% í 2019) av dreingjunum og 2,9% (5,4% í 2019) av gentunum søgdu seg at hava roykt dagliga seinastu 30 dagarnar.
1,2% (3,0% í 2019) av øllum næmingunum søgdu seg roykja dagliga, longu tá teir vóru 13 ára gamlir ella yngri. 13% (18% í 2019) høvdu roykt onkuntíð seinastu 30 dagarnar.
Brúka vit nakrar av undanfarnu kanningunum til samanberingar, síggja vit, at royking nú er minni enn nakrantíð millum hesi 15 ára gomlu:
##med2##
Her hava vit øll árini brúkt sama spurning: ”Hvussu ofta hevur tú roykt sigarettir seinastu 30 dagarnar?”. Síðani eru hesir svarmøguleikarnir lagdir saman:
- 1-5 sigarettir um dagin
- 6-10 sigarettir um dagin
- 11-20 sigarettir um dagin
- Meira enn 20 sigarettir um dagin
Snús
Um vit hyggja at ”Hvussu ofta hevur tú snúsað teir seinastu 30 dagarnar?” so sæst, at tað eru færri, sum ongantíð hava snúsað seinastu 30 dagarnar frá 98% í 2003 til 82% í 2024.
##med3##
Spurningar um snús eru ikki við øll árini og svarmøguleikarnir eru ikki eins tey ár, tá spurt hevur verið. So til ber ikki at samanbera beinleiðis, men í 2015 og 2024 vóru møguleikarnir “Ja, seinastu 30 dagarnar”, ella “Ongantíð” tá spurt varð. Í 2015 svaraðu 15,6%, at tey høvdu snúsað seinastu 30 dagarnar og 18% í 2024
E-sigarettir
Í 2015, 2019 og 2024 hava vit eisini spurt, um næmingarnir høvdu roynt e-sigarettir og teir svaraðu soleiðis:
##med4##
Vit síggja, at tað eru fleiri, sum ongantíð hava roynt e-sigarettir í 2024 samanborið við 2015 og 2019 og færri, sum hava roynt tað seinastu 30 dagarnar.
Rúsdrekka
Seinastu 30 dagarnar søgdu 63% av næmingunum seg ikki hava smakkað rúsdrekka. Til samanberingar var hetta tal 62% í 2019.
Seinastu 30 dagarnar høvdu 12% drukkið seg fullan. Í 2019 var hetta tal 13%.
Hassj
Seinastu 30 dagarnar søgdu 1,5% av næmingunum seg hava roynt hassj. Hetta tal var í 2019 3,5%.
Sniffað
Seinastu 30 dagarnar høvdu 1,8% sniffað, t.d. lím og tendraragass. Í 2019 1,8%.
Rúsevni annars í lívinum tey seinastu 5 árini
##med5##
Lágu tølini í talvuni omanfyri eru á leið tey somu, sum í teimum undanfarnu kanningunum.
Sálarligur trivnaður
Eftir COVID-19 farsóttina og við áhaldandi stríði í Evropa og Miðeystri hevur ESPAD valt at leggja áherðslu á sálarliga trivnaðin hjá ungdóminum. Áhaldandi ávirkanin av sosialari avbyrging, útbúgvingarórógv og óstøðugum samfelagsbúskapi hevur økt um stúranina viðvíkjandi sálarligu heilsuni hjá ungdóminum.
ESPAD-kanningin frá 2024 tók fyri fyrstu ferð WHO-5 Trivnaðarvísitalið við, sum er eitt góðkent mát fyri sálarliga støðu, sum er grundað á lívsroyndirnar seinastu tíðina. Eitt stig omanfyri 50 av 100 verður mett at vísa á góðan sálarligan trivnað.
Í miðal søgdu 59% av næmingunum seg hava góðan sálarligan trivnað. Hægstu trivnaðartølini vóru funnin í Norðurevropa, Føroyar (77%), Ísland (75%) og Danmark (72%). Landið við lægsta sjálvmetta trivnaðinum var Ukraina (43%), har ungdómar síðani 2022 hava verið útsettir fyri skelkandi hendingum og avmarkaðari atgongd til sálarliga heilsurøkt, og síðani koma Kekkia (46%), Ungarn (47%), Kýpros og Pólland (bæði 49%).
Sálarligi trivnaðurin hevði sum heild lyndi til at vera hægri hjá dreingjum enn hjá gentum, bæði í miðal (69% móti 49%) og í øllum ESPAD-londunum. Størsti kynsmunurin varð sæddur í Italia (66% hjá dreingjum móti 35% hjá gentum), Póllandi (64% móti 33%) og Svøríki (78% móti 48%). Minsti kynsmunurin var funnin á Kýpros (52% hjá dreingjum móti 46% hjá gentum), Ukraina (48% móti 39%), Føroyum (83% móti 72%) og Georgia (75% móti 62%).
Niðurstøða
Góðu tíðindini eru, at sigarettroyking er minkað stórliga millum tey ungu hesi seinastu 30 árini. Í 1996 royktu meira enn ein triðingur dagliga, samanborið við 3,6% í 2024. Mest sannlíkt eigur miðvísa arbeiðið úti í skúlunum sín part av æruni av stóru minkingini. Tíverri er líkt til at aðrar nikotinkeldur eru komnar í staðin fyri sigarettirnar, nevniliga snús og e-sigarettir.
Samanbera vit rúsevnanýtsluna í Føroyum við hini londini í Evropa, eru vit framvegis millum tey, sum hava minstu nýtsluna av rúsevnum. Tó skal sigast, at viðvíkjandi rúsdrekka liggja vit ikki í botninum í mun til hini londini – heili 12% av hesum ungu fólkunum søgdu seg hava drukkið seg full seinasta mánaðin. Hetta tal er minkað 1% síðani kanningina í 2019, so enn kann sigast, at hetta er ein veruligur heilsutrupulleiki millum ung.
Føroyar er landið, har næmingarnir siga frá hægsta sjálvmetta trivnaði av øllum teimum 37 luttakandi londunum.
ESPAD frágreiðingin 2024 kann takast niður á heimasíðuni hjá ESPAD: www.espad.org. Seinni fara vit at leggja úrslitið fyri Føroyar á heimasíðuna hjá okkum www.health.fo. Eisini ber til at gera neyvari hagfrøðiligar útgreiningar, um onkur hevur tørv á tí – tó skulu vit minna á, at vit ikki vilja ella kunna býta tilfarið upp eftir skúlum ella landspørtum.
Um okkurt er ógreitt ella torskilt, vilja vit fegin hjálpa til at greina tað nærri.
Pál Weihe Yvirlækni, professari















