Vónbrot: AIK Stockholm endaði á einum sjeynda plássi

Partur av áskoðarafjøldini hjá AIK Stockholm gav til kennar stóra misnøgd

Undan seinasta umfarinum í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan, var liðið Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm á einum fjórða plássi.

 

AIK tapti í dag á heimavølli 0-2 fyri Halmstad frammanfyri 31.091 áskoðarum á Strawberry leikvøllinum í Stokkhólmi. Og tá talt var upp endaði AIK á einum skuffandi sjeynda plássi.

 

AIK-fjeppararnir eru millum teir mest krevjandi fjeppararnar í Svøríki, og partur av áskoðarafjøldini rópti sína misnøgd út, og kravdi, at føroyski høvuðsvenjarin leggur frá sær.

 

Men Mikkjal slær fast í samrøðu við Expressen, at hann fer ongan veg. Hann er greiður yvir tey stóru krøvini, ið vera sett til ein høvuðsvenjara hjá AIK, men hann ætlar framvegis at gera sítt allarbesta fyri AIK, og fer heilhjartaður í holt við komandi uppgávur.

 

AIK endaði á sjeynda plássinum við 48 stigum. Teir eru eitt stig aftanfyri Djurgården og Malmö FF, ið hava 49 stig á ávikavist fimta og sætta plássinum. IFK Göteborg hevur 51 stig á fjórða plássinum.