Elias var stórskjútti við 14 málum - Hákun var sera effektivur

Øll trý føroyingaliðini í bundesliguni vunnu í dag

Elias Ellefsen á Skipagøtu var stórskjútti hjá THW Kiel í dag í dysti í bundesliguni. 

 

Á heimavølli í Wonderino høllini í Kiel vunnu Elias og liðfelagarnir greiðan 43-35 sigur á Bergischer. Í fyrra hálvleiki leikaði meira javnt á, og í steðginum var Kiel bert á odda við tveimum málum, 24-22.

 

Elias skoraði heili 14 mál. Hann kom til 22 málmøguleikar, og hann legði eisini upp til fýra mál (assist). Talan gjørdist sostatt um 18 málstig hjá Eliasi í dag.

 

Kiel er triðfremst í deildini við 18 stigum. Teir eru tvey stig aftanfyri oddaliðið, Flensburg-Handewitt. 

 

Hákun West av Teigum var sera effektivur, tá hann og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu greitt 34-26 á Leipzig á útivølli. 

 

Hákun fekk fimm málmøguleikar, og hann setti allar í netið. 

 

Füchse Berlin er fjórðfremst í deildini við 16 stigum.

 

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf kundu stórfegnast um ein harðvunnan 30-29 (14-14) sigur á útivølli á Lemgo.

 

Hannover er nummar 13 í deildini við átta stigum.