Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í FC Fredericia eru í tungum sjógvi í bestu donsku fótbóltsdeildini.
Í dag tapti Fredericia sjeynda dystin á rað í superliguni, tá teir á heimavølli taptu 0-3 fyri Viborg, ið skoraði øll málini í seinna hálvleiki.
Mattias fekk ikki nógva hjálp frá verjuni hjá sær, og annað málið var enntá eitt sjálvmál, ið Frederik Rieper stútaði í egið net.
Frá Soccerstand/Flashscore fær Mattias karakterin 6,4 (av 10), ið var júst miðalkarakterurin fyri alt liðið hjá Fredericia.
FC Fredericia-Viborg FF 0-3 (0-0)
0-1 Charlie Nouck (53.)
0-2 Sjálvmál (55.)
0-3 Stipe Radic (78.)
Sunnudagin 23. november klokkan 15 hevur Fredericia torføran útidyst móti FC Nordsjællandi.
Mattias fer nú at hugsavna seg um HM-undankappingardystin móti Kroatia í Rijeka komandi fríggjakvøld klokkan 19.45.
HER ber til frá Viasat Sport at síggja hæddarpunktini frá dystinum FC Fredericia-Viborg 0-3 (0-0).











