Ein fyrrverandi katólskur biskupur í Tróndheimi hevur viðgingið, at hann hevur misnýtt ein drong kynsliga. Adresseavisen skrivar, at Georg Müller játtaði seinasta summar, at hann hevði misnýtt ein altardrong fyri fleiri árum síðani. Bernt Eidsvig, sum nú er katólskur biskupur í Tróndheimi, sigur við blaðið, at Georg Müller bað um at verða loystur úr embætinum, beint eftir at hann játtaði seg sekan.
Adresseavisen skrivar, at fyrrverandi biskupurin greiddi einum presti frá misgerð síni, og at presturin kunnaði núverandi biskupin um málið.
Rættarliga er málið fyrnað. Biskupurin í Tróndheimi sigur, at málið er ikki komið fram alment fyrr, tí maðurin, sum var fyri áganginum, vildi ikki, at tað skuldi koma fram fyrr enn nú.