Ein fólkaatkvøða um sjálvstýri fyri Katalonia og krav um at lata katalanskar politikarar leysar úr fongsli, sum áður hava roynt at slíta landspartin frá Spania.
Tað er prísurin, um spanski forsætisráðharrin, Pedro Sánchez, skal brúka atkvøðurnar hjá katalanska flokkinum Junt til at varðveita valdið í Spania.
Tað sigur aðalskrivarin í Junts, Jordi Turull, við lokalu katalansku útvarpsstøðina RAC 1.
Eftir eitt javnt og ógreitt úrslit av valinum í gjár í Spania kunnu sjálvt smáir flokkar í Spania fáa avgerðina um, hvør skal stýra landinum.
Ein teirra, sum er áhugaverdur, er Junts.
Í undanfarna skeiði atkvøddi Junts ímóti stjórnini hjá Sánchez. Men flokkarnir aftan fyri Sánchez hava ikki fingið nóg nógvar atkvøður at fáa meiriluta.
Hinvegin hevur andstøðan heldur ikki fingið nóg nógvar atkvøður at fáa meiriluta.
Tí er so stórur áhugi fyri nøkrum av smáu flokkunum, sum ikki vanliga verða taldir við í teir báðar blokkarnar í sponskum politikki.
Tað eru 350 limir í spanska undirhúsinum. Tí krevjast 176 sessir til meiriluta.
Andstøðan hevur fingið 170 sessir í undirhúsinum. Teir flokkar, ið atkvøddu fyri stjórnini hjá Sánchez í 2020 hava fingið 159 sessir.
Harvið eru fleiri baskiskir og katalanskir flokkar, sum hava fingið hinar sessirnar, í fokus.
Við sjey sessum kann Junts einsamallur gera endmálið hjá anstøðuni um at koppa Sánchez til veruleika.
/ritzau/Reuters