Katrin Dahl Jakobsen: Ja, lat OECD kanna føroyska búskapin, og ikki Høgna Hoydal

Í hósdagsblaðnum kemur Høgni Hoydal aftur við einari av sínum hjálparleysu óseriøsu hugleiðingum, úr fuglaperspektivi sjálvandi, kólandi niður yvir allar hinar politisku óvitarnar. Hesin Mr. Know All er so evindaliga troyttur av at sveima í einseminum har uppi, meðan øll hini "drukna í partapolitiskum tvassarí", sum hann skírir øll onnur at vera stødd. Troyttandi at vera í so vánaligum selskapi

Tá veruleikin er beiskur.
Í greinini endurtekur hann tað, sum aðrir hava ført fram seinastu dagarnar- at lata altjóða viðurkendar stovnar gera regluligar metingar av búskaparstøðuni hjá okkum. Tað haldi eg vera eitt gott hugskot! Treingir ongantíð meira til enn nú, soleiðis sum stýrt hevur verið seinastu fýra árini. Hetta, hóast stýringsamboðini ongantíð hava verið betri enn nú, bæði so og so. At samfelagið kostar 1150 mió. kr. meira at reka í dag, enn tá Høgni Høydal tók við, er skelkandi, og komið fram sjálvt fyri løgmanni, meðan hann dró vilini á Viðareiði. So antin kann man bara fara á flog, sum Høgni Hoydal, tosa um okkurt annað og látast at hava eina so "yvirornaða" dagsskrá, sum tey tápuligu ikki skilja ella stinga av sum løgmaður, tá veruleikin skal tyggjast.

Høgni Hoydal sigur, at áðrenn 1999 bleiv nógv meira brúkt árliga, enn fíggjarlógirnar vístu.
Vælsignaður, royn at vera bara eitt lítið sindur sannur í tí, tú kemur við. Øll vita um allar eykajáttanarlógirnar hesi seinastu fýra árini. Tað er, um Høgni Hoydal kanska helst vildi tað, ikki nøkur statshemmiligheit. Hesar munnu tátta upp ímóti 470 mió!!! Tær hava ikki staðið á nakrari fíggjarlóg!!!Og skal OECD kanna nakað, høvdu teir so neyvan tikið fíggjarógaruppskotið fyri 2003 fyri fyri góða vøru, sum støði undir undir fíggjarpolitikkinum. Hesa kladdu, sum hon millum manna verður rópt.

Okkurt er galið við flognum.
Eg veit, at tað nyttar ikki at øsa seg upp yvir ein skerdan fugl, sum í berari neyð roynir at fáa eitt sindur av uppdrift undir sínar skerdu veingir. Tí er gott at síggja tað komiska í hesi svaduni yvir øll hini, eisini samgongulimir, sum verða skírd partapolitisk møsn, tá Høgni Hoydal sjálvur kavar so lúkst í partapolitiska tvassið. Her fáa øll av at vita. Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin viðvíkjandi uppskoti um nýggjan stuðul, sum eingin kennir nakað til!! At andstøðuflokkarnir mæla til at brúka allan blokkstuðulin!!!! Hvat billar maðurin sær inn? Og hetta ætlar hann at fáa OECD at kanna. Hetta er partapolitiskt tvass, sum bara kann koma frá Høgna Hoydal. Tað kundi verið áhugavert at skift orð um slíkar óheftar kanningar, men henda greinin er so óseriøs og skuldi bara tæna sum partapolitiskt álop á øll onnur enn "skribentin" sjálvan, og royna at flyta kjakið frá veruleikanum. Eini fíggjarlóg, við 2 mió. í avlopi áðrenn skattalættan uppá 50 mió., undirsjóvartunnil 32 mió., fólkaskúlin 6 mió., sernámsfrøði 1,3 mió. o.s.v.

Høgni skal krita banan fyri OECD.
Alfaðirliga vísir Høgni Hoydal á spurningar, sum eitt nú OECD eigur at svara í eini møguligari kanning. Gott hjá teimum at vita, líkasum. Eg skal ikki taka nakað frá manninum, sum helst hevur lisið og eksperimenterað seg til so mangt, men eg eri vís í, at slíkur stovnur fer neyvan at biðja Høgna Hoydal um ráð at seta rammurnar um slíka kanning. Tað eru tey før fyri sjálvi. Við Høgnasa primitivu vegleiðing høvdu tey endað so lúkst í partapolitiskum tvassi.